Stjól frá sínum arbeiðsgevara

Dómari dømdi kvinnu treytaða fongsulsrevsing, samfelagstænastu, og hartil skal hon søkja sær sálarliga hjálp móti kleptomani.

Ein kvinna um 50 ára aldur varð í dag í Føroya Rætti dømd tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing.

 

Kvinnan hevði verið hjálparfólk á einari av Magn-støðunum í Føroyum, og hon segði seg ikki hava orkað at hildið fingrarnar burtur frá kassaapparatinum.

 

Hon stjól ikki av neyð, men heldur metti hon tað var spenningurin í tí at stjala, ið dró verkið.

 

Hon segði seg vita, at tað fór at verða uppdagað til endans, men hon fekk seg ikki at halda uppat.

 

Stuldurin varð so uppdagaður, og kvinnan varð burturvíst frá Magn-støðini.

 

Tá hevði hon tilsamans stolið um 30.000 krónur, ið hon tó sum skilst hevur goldið aftur til Magn.

 

Dómarin dømdi kvinnuna 80 tímar samfelagstænastu við einari royndartíð á eitt ár. Hesir 80 tímarnir skulu avgreiðast eftir hálvum ári, og hartil skal kvinnan søkja sær sálarliga hjálp móti kleptomani.

 

Tað var Rás2, sum bar hesi tíðindi úr Føroya Rætti seinnapartin í dag.