Stjørnan vann risastóran sigur á EB

40-14 til Stjørnuna vísti máltalvan tá dysturin var liðugur

 

Durita C. Jojic skoraði sjey mál fyri Stjørnuna í dag

Durita C. Jojic skoraði sjey mál fyri Stjørnuna í dag

Meðan EB skal royna at finna seg til rættis í SMS-deildini stendur tað øllum greitt, at Stjørnan er eitt lið vit skulu rokna við hetta kappingarárið.

 

Í dag vann Stjørnan ein risasigur á EB í KÍ-høllini í Klaksvík. Tá dysturin var liðugur vísti máltalvan 40-14 til Stjørnuna. Í steðginum var Stjørnan á odda 22-6.

 

Durita Christophersen og Katrin Bertholdsen gingu undan við at skjóta sjey mál hvør. Sarita Petersen hjá EB gjørdi eftir trongu umstøðunum eitt gott hál við at skjóta sjey av teimum 14 málunum hjá EB.

 

Stjørnan-EB 40-14 (22-6)

 

Málskjúttar Stjørnan: Durita C. Jojic 7, Katrin Bertholdsen 7, Tóra Eliasen 6, Mina Henriksen 5, Iulia Nalivko 4, Malene Madsen 3, Durita L. Johansen 3, Joan Sørensen 2, Sonja á Bergi 1, Jancy Jacobsen 1, Tóra Norðá 1. 

 

Málskjúttar EB: Sarita Petersen 7, Olivia Kruse 2, Eydna á Bø 2, Karin Kruse 1, Miriam Eidesgaard 1, Eyðbjørg Ellingsgaard 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL39272205
 STJØRNAN27531444
 H7126444203
 NEISTIN13616202
 STÍF24344-12
 VB36097-370
 EB348114-660
Durita C. Jojic skoraði sjey mál fyri Stjørnuna í dag

Durita C. Jojic skoraði sjey mál fyri Stjørnuna í dag