Stjørnan vann bronsu aftaná longda leiktíð og brotskøst

16 brotskøst máttu til áðrenn vinnarin var funnin

Mynd: Stjørnan

Mynd: Stjørnan

Í Klaksvík fegnast tey í kvøld um, at Stjørnan hevur vunnið bronsuheiðursmerkini í SMS-deildini aftaná ein sera minniligan bronsudyst móti Kyndli.

 

Stjørnan vann 42-41 á Kyndli aftaná 2 x 5 minuttir longda leiktíð, og brotskastskapping.

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 33-33. Í steðginum var eisini javnleikur. 20-20 var støðan í steðginum.

 

Í longdu leiktíðini javnaði Bára Krossteig Hansen til 36-36 tá bert tvey sekund vóru eftir, og so mátti liðini í holt við brotskastkapping.

 

Tað kravdi átta brotskøst frá hvørjum liði áðrenn vinnarin var funnin. Tóra Eliasen skoraði til 42-41 og beint aftaná brendi Brá Reginsdóttir, og so kundu leikararnir hjá Stjørnuni stórfegnast um bronsuna.

 

Kyndil fær einki heiðursmerki í SMS-deildini, men tær vunnu steypakappingina.

 

Kyndil-Stjørnan 41-42 (36-36 - 33-33 - 20-20) HER sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##

 

HER sæst gongdin í brotskastskappingini: 

 

##med3##

 

Mynd: Stjørnan

Mynd: Stjørnan