Hondbóltskappingin hjá kvinnum líkist framvegis sær sjálvum.
Í oddinum stríðast trý lið um meistaraskapin og í botninum eru hini trý liðini í innanhýsidysti um at sleppa burtur frá dumpiplássinum.
Tríggir dystir voru hetta vikuskiftið, VB var við í tveimum teirra, meðan Kyndil hevði frí.
Leygardagin var mest spennandi dysturin, tá tvey av aftaru liðunum Stjørnan og VB spældu í Klaksvík. Hesi liðini eru saman við GÍ í botninum, og innanhýsisdystirnir hava stóran týdning, tí tað er bert í hesum dystunum, at liðini fáa stig.
Tað líktist leingi einum tapi hjá Stjørnuni, tí VB var meginpartin av dystinum á odda, og longu í hálvleikinum var støðan hjá heimaliðnum so vánaliga, at tað mátti henda nakað serligt, skuldi dysturin bjargast.
VB var á odda 9-5 eftir fyrra hálva tíman, men frá byrjan av í seinna hálvleiki, kom heimaliðið fyri seg, og so minkaðu tær støðugt um leiðsluna hjá VB.
Tá 11 minuttir vóru farnir stóð fyrstu ferð á jøvnunum, og 13 minuttir seinni fór heimaliðið fyrstu ferð fram um.
Seinastu 10 minuttirnar av dystinum vendi Stjørnan veruliga gongdini og togaði seg tevy mál fram um, og tað førdi eisini við sær, at kvinnurnar úr Klaksvík vunnu dystin.
Joan Midjord Joensen gjørdi fimm mál fyri Stjørnuna og Sólrun Krosslá gjødi seks av málunum hjá VB.
Taptu aftur á Skála
VB spælir tveir dystir, tá tær eru norðanfyri og sunnudagin vóru tær á Skála og dystaðust við oddaliðið StÍF.
Her gekk sum vænta, og StÍF vann tryggan sigur, 27-17. Strandakvinnur løgdu væl fyri, men fyrra hálvleiki kom VB afturíaftur. Tá StÍF etti ferð á í seinna hálvleiki, fylgdi VB ikki við og at enda vóru 10 mál á muni.
Signhild Petersen gjørdi 7 mál fyri StÍF, meðan Sólrun Krosslá aftur var toppskjútti hendan dagin, hon gjørdi átta mál.
Neistin vann stórt
Triðji dysturin hjá kvinnunum var í Havn leygardagin, har Neistin tók ímóti GÍ.
Meistaraliðið lat ongan iva verða um úrslitið av dystinum og vann heili 37-20.
Allan dystin var tað heimaliðið, sum var á odda og munurin millum liðini vaks bara sum tíðin gekk. Í hálvleikinum var støðan 16-9.
Tá átta minuttir vóru eftir at spæla var Neistin komin uppá tey 30 málini, og sjey ferðir afturat funnu tær GÍ-meskarnar. Inga Danberg var toppskjútti hjá Neistanum við 12 málum, og tær tríggjar, Birita Wardum, Kára á Dunga og Mildrið Jacobsen gjørdu fimm mál hvør. Hjá GÍ var Annika Jacobsen toppskjútti við fýra málum.