Stjørnan førdi allan dystin, men StíF blivu við at kempa seg inn aftur í dystin. Stjørnan førdi fleiri ferð við 5-6 málum, men StÍF kvinnur góvu aldrin upp. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu tveir leikararnir hjá Stjørnuni útvísing samstundis, og tá var bert eitt mál á muni 18-17. Hóast tað leikti javnt á stóran part av seinna hálvleiki, so vann Stjørnan greitt 29-23.
Málskjúttar Stjørnan:
Jancy Højbro Jacobsen 8, Durita Ljósstein Johansen 6, Iuliia Nalivko 4, Tóra Eliasen 4, Sonja Sirdal Á Bergi 3, Joan Sørensen 2, Malene Madsen 1, Mina Sirdal Henriksen 1
Málskjúttar StÍF:
Rebekka Justinussen 5, Emmy Ingibjørg Kass 4, Marita Magnadóttir 4, Karina Berg Høgnesen 3, Erla Petersen 2, GuðriðEllingsgaard 2, Maria MrDalo 2, Eyðbjørg Kallsberg 1
Her sæst støðan í SMS deildini hjá kvinnum. Eftir fyrsta umfar hava øll liðini spælt ein dyst:
##med3##
##med2##