Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni tóka á heimavølli í Garðabær móti Allani Norðberg, Bjarna í Selvindi og liðfeløgunum í Vali.
Stjarnan vann dystin 28-25. Í steðginum var Stjarnan á odda 21-15. Í seinna hálvleiki vóru ikki nógv mál skotin. Tað nærmasta Valur kom var við støðuna 24-22 til Stjörnuna, men stutt eftir hevði Stjarnan økt til 26-22.
Jóhannes var saman við Jóel Bernburg og Starra Friðrikssyni toppskjútti hjá Stjörnuni. Teir tríggir skutu seks mál hvør.
Tað lá ikki so væl fyri við málskjótingini hjá føroyingunum hjá Vali. Allan skoraði eitt mál, og Bjarni sum hevur skotið nógv mál fyri Val undanfarnu dystirnar var ikki millum málskjúttarnar í kvøld.
Stjarnan hevur fýra stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar. Valur hevur bert eitt stig aftaná tríggjar dystir.
Fríggjakvøldið 27. september tekur Stjarnan móti oddaliðnum, FH á heimavølli.
Komandi mikukvøld skal Valur á heimavølli royna at fáa sín fyrsta sigur hetta kappingarárið. Tá taka Allan, Bjarni og liðfelagarnir móti KA á heimavølli.