Stjala fyri milliónir

Handilsstuldur: Miklagarður, Bónus-handlar og Brotið missa hvørt einasta ár fyri milliónir krónur, tí børn og vaksin stjala í handlunum

Hvønn einasta dag hvørva vørur av hillunum í handlunum, og oleðis hevur altíð verið.
Niels Mortensen, stjóri í SMS sigur, at vanligt er at seta svinn til millum hálvt annað og trý prosent, og tað heldur hann passa væl.
Upp í svinnið kemur stuldur, men hvussu stór stuldursupphæddin er í handlunum Miklagarði, Bónus og Brotinum er torført at siga nágreiniliga. Stuldur er ein minni partur av svinninum, men um árið verður í teimum handlunum stolið fyri nakrar milliónir krónur.
Torført er at gera nakað við stuldurin. Starvsfólkini mugu bara hava eyguni við sær, um tey hava illgruna til onkran.

Fleiri sløg
- Tað eru fleiri sløg av tjóvum, múgvandi og minni múgvandi, ung og gomul, sigur Niels Mortensen.
Eitt eru børn og ung, sum stjala til stuttleikar, ella tey munga ella fyri alt í verðini vilja hava onkra vøru.
Nøkur stjala, tí tey hava ikki pening at keypa fyri.
Og so eru tað tey, sum ikki kunnu lata vera við at stjala, kleptomanarnir. Hjá teimum er tað ein sjúka at stjala.
- Tað sæst á tí, sum tey stjala. Vit tóku eina ferð eina konu, sum stjol kettumat, sjálvt um hon onga kettu hevði, sigur Niels Mortensen.

Pínligt fyri øll
Hann heldur tað verða pínligt fyri allar partar, tá ið ein handilstjóvur verður tikin. Tjóvurin skammar seg, og tað er alt annað enn stuttligt hjá handilsfólkunum ella leiðsluni at skula siga tað við tey og ofta eisini fara niður í tasku teirra.
- Summi fólk halda tað vera løgið, at vit ikki melda hvørja ferð. Eg plagi at svara, at tað kunnu vit ikki, tí vit búgva í Føroyum, og fleiri kkara kennast so væl, sigur Niels Mortensen.
Fyri nógvum árum síðan høvdu hesir handlarnir eitt fólk, sum gekk runt við uppgávuni at fanga tjóvar, og í miðal varð tikin ein um dagin.
Handlarnir góvust kortini við tí loysnini.
Handlar hava einki samstarv um, hvussu teir skulu bera seg at viðvíkjandi handilsstuldri, og teir brúka heldur ikki nakra sínamillum fráboðanarskipan, soleiðis sum handlar í øðrum lagi gera.
Miklagarðarnir og hinir nevndu handlarnir hava ongar feasta reglur. Summi verða rópt inn á skrivstovuna, og eru tað børn ella ung, verður ringt til foreldrini.
- Vit ringja bara onkuntíð til politiið. Tað kann vera, tá ið stuldurin er skipaður, ella fólkini ikki eru til at tosa við, sigur Niels Mortensen.

.