Hann er smæðin, tað hoyrist týðiliga í telefonini fríggjamorgunin, tá Sosialurin fekk eitt morgunprát við unga stjørnuskotið Brand Enni.
Hann hevur havt nakrar konsertir á Kambsdali og í Suðuroy, og í gjárkvøldið skuldi konsert vera í Badmintonhøllini í Havn. Henda konsert er útseld, og tí er skipað fyri eykakonsert sunnudagin klokkan 17.00.
Vit spurdu Brand, hvussu tað kennist, at vera eitt tannáringa-popp-idol fyri øllum teimum ungu gentunum í Føroyum. Brandur svarar:
? Eg haldi ikki, at eg eri eitt poppidol fyri allar, kanska bara fyri nakrar.
Brandur leggur afturat, at hann er glaður fyri at fólk taka so væl ímóti sær og tónleikinum. Tað kemur eisini fyri, at fólk steðga honum á gøtuni fyri at tosa við hann, men sigur hann, at tað er ikki so nógv av tí.
Til Íslands
Tann 14. juni fer Brandur til Íslands, har hann skal spæla á Tjóðardegnum tann 17. juni. Tann konsertin verður mitt í Reykjavík og væntað verður, at millum 30 og 40.000 fólk koma at hoyra Brand tá. So hetta skuldi verið einupplagdur møguleiki at fáa tónleikin hjá Brandi uttanlands.
Frá Steintór Rasmussen frætta vit, at konsertirnar, sum higartil hava verið, hava gingið væl, og konsertin, sum verður sunnudagin, er so tann síðsta finalan, sum verður áðrenn Brandur fer til Íslands, og lovar hann eina spennandi framførslu.