Stjørnuskot við skotum

Ársins stjørnuskot í Skotlandi, Steven Naismith, er við í skotska hópinum, sum kemur til Føroya. Áleyparin er tikin við, nú bæði Scott Brown og Russel Anderson hava givið avboð til dystin. Hartil er málverjin hjá Aberdeen, Jamie Langfield, tikin við í hópin fyri skadda Ian Turner.