Tað byrjaði longu í 1960, tá Frank Sinatra boðaði frá, at hann vildi hava John F. Kennedy at vinna forsetavalið, og síðani hevur tað verið siður, at filmsfólk, tónlistarfólk og onnur í amerikanska listaheiminum velja sær eitt valevni at styðja.
Í ár er listin langur, og serliga tey bæði demokratisku valevnini, Hillary Clinton og Barrack Obama, hava ein heilan her av films-, tónlistar- og ítróttarstjørnum. Tann seinasti, sum hevur sagt seg styðja Hillary Clinton, er filmsleikarin Jack Nicholson. Um orsøkina sigur hann, at Hillary er tað av valevnunum, sum hevur gjørt mest burtur úr einari neyðugari umskipan á heilsuøkinum, og so talar hon kvinnunnar søk, sigur Nicholson.
Onnur, sum styðja Hillary Clinton, eru fyrrverandi kurvabóltastjørnan Earvin Johnson, filmsstjørnan Barbra Streisand, leikstjórin Steven Spielberg og filmsleikarar sum Sally Fields, America Ferrara, Bradley Whitford og Ted Danson.
Barrack Obama er heldur ikki sørur, minni enn so. Millum teirra, sum styðja hann alment, er sjónvarpskvinnan Oprah Winfrey, filmsstjørnurnar Robert de Niro og Scarlett Johansson, sangararnir Stevie Wonder og John Legend, rithøvundurin Toni Morrison og glímarin Hulk Hogan.
Republikanararnir hava ikki sama veljaratekki í Hollywood sum demokratarnir, og tað sæst aftur á stuðlalistanum. John McCain hevur tó fingið stuðul frá tveimum sterkum monnum, Arnold Schwarzenegger og Sylvester Stallone, og Mike Huckabee hevur ofta tann gamla Texas Ranger-filmsleikaran Chuck Norris undir liðini á sær.
Stjørnurnar kunnu eisini brúkast til okkurt skemtiligt av og á. Nú ein dagin segði Chuck Norris, at tann 71 ára gamli John McCain er ov gamal til at gerast forseti. Svarið kom beinanvegin:
-Chuck skal ansa eftir, hvat hann sigur, tí annars sendi eg Sylvester Stallone eftir honum, segði McCain.