(Neli Heldarskarð)
Sambært einari nýggjari kanning, eru tað næstan 50 milliónir amerikanarar á markinum til at vera fátøk. Hetta er ein sættipartur av øllum fólkinum.
Samstundis eru tað fleiri 1000 millióningar, ið ikki gjalda eitt oyra í inntøkuskatti.
Og fyri at gera tað enn verri, so vísir tað seg, at nakrir av teimum best kendu sangarunum í landinum, Jon Bon Jovi og Bruce Springsteen, fáa landbúnaðarstuðul og aðrar almennar veitingar, sum ikki eru uppibornar.
Hóast Bon Jovi eigur stór jarðarstykki í heimstatinum New Jersey og í New York, rindaði Bon Jovi einans 100 dollarar í ognarskatti í fjør.
Bruce Springsteen fær pengar frá statinum fyri at leiga síni stóru og nógvu jarðarstykki út til ymsar bøndur.
Og eisini milliarderurin, Ted Turner maðurin, ið gjørdi rásina CNN, fekk eisini landognarstuðul fyri hansara ogn.
Tað er senatorurin Tom Coburn, úr statinum Oklahoma, ið hevur kunngjørt hesi tølini. Ongar av hesum stjørnunum hava gjørt viðmerkingar til tølini.