Stjørnukokkurin í Keypmannahavn

Á spildurnýggju café’ini í Keypmannahavn, Tight, er gleðin stór. Politiken hevur júst nevnt staðið at vera millum bestu matstøðini í danska høvuðsstaðnum, og tað er millum annað føroyska kokkinum, Gutta Winther, fyri at takka.

Gutti er chefkokkur, og hann hevur sostatt alla ábyrgdina av matarskránni. Tað var eisini Gutti, sum stóð við grýturnar hetta kvøldið, tá ummælararnir frá Politiken púra óvæntað leitaðu sær á gátt á Tight.

- Vit vistu ikki, at tey vóru ummælarar. Høvdu vit vitað tað, hevði kanska verið meiri fjáltur á inni í køkinum. Men vit hildu hetta vera eina heilt vanliga bílegging, og gjørdu tí júst, sum vit plaga. Tíbetur vórðu tey imponerað, sigur Gutti Winther flennandi.


Ummælini alt at siga

Hann heldur, at tað kanska er líka frægt, at man ikki veit, nær ummælararnir koma, tí so fáa tey eina rættvísa mynd av, hvat gestirnir kunnu vænta sær.

- Vanliga er tað so, at um matstovan frammanundan veit, at ummælarar koma, so er alt fullkomiliga uppi at koyra. Har eg lærdi, komu nógvir fínir gestir, tí tað var ein fín matstova. Roger Moore, Michael Laudrup, Maersk McKinnley Møller og tey kongaligu bert fyri at nevna nøkur.

- Hóast eg bert var lærlingur tá, slapp eg at gera matin til hesar fínu gestirnar. Men tá ummælarar komu, stóð øll matstovan eftir øðrum enda, tí tá mátti alt vera perfekt, minnist Gutti.

Hann greiðir frá, at tá tú hevur eina matstovu í Keypmannahavn, er tað altavgerandi, at tú fært góð ummæli frá viðurkendum ummælarum.

- Tey, sum fáa vánalig ummæli, kunnu bara pakka saman beinanvegin, tí ummælini verða lisin og tikin til eftirtektar. Tað eru jú kend, kompetent fólk, sum siga fólki, um staðið er vert at vitja ella ikki, vísir Gutti á.


Vistu av ongum

- Sjálvandi vil man spíla seg út, tá tað eru ummælarar sum bíleggja, tí teirra meining hevur so stóra ávirkan á umdømi.

- Sum kokkur ynskir man tí, at ummælararnir til dømis koma eitt týskvøld, tá tað ikki er so nógv at gera. Men tey vóru her á Tight eitt fríggjakvøld, tá tað var pakkað við fólki. Tá er trýst á køkinum, og man hevur ikki møguleika at digga fyri matinum á sama hátt, sum man kann, tá minni er at gera.

Gutti greiðir frá, at hóast ummælararnir ikki altíð siga frá, tá teir koma, verða teir tó ofta kendir aftur. Teir spyrja ofta eisini meiri enn vanligir gestir, og tí frættir kokkurin sum oftast frá tænarunum, at hann skal gera sær eyka góðan ómak.

Men á Tight vistu tey einki um, at tey høvdu havt ummælarar á gátt hetta fríggjakvøldið, fyrr enn ein dama frá Politiken ringdi nakrar dagar seinni og vildi vita meiri um staðið.

- Vit bjóðaðu teimum at koma at royna okkara mat, men tá segði hon, at tey longu høvdu verið. Og at vit fóru at síggja ummælið, tá tað varð almannakunngjørt næsta hósdag.

-Vit gjørdust sjálvandi kløkk og nervøs, men hon segði, at vit ikki skuldu vera bangin.

Gutti og hini á Tight sóu tí ikki ummælið, fyrr enn tað varð lagt út á politiken.dk.

- Tað var ein øgiligur lætti at síggja, hvussu gott ummælið var. Fimm av seks stjørnum frá Politiken er jú framúr gott!


Gestirnir trífaldaðust

Gutti sigur, at ummælið um Tight kom í Politiken hósdag, og longu fríggjadagin eftir høvdu tey einar 300 gestir.

- Síðani ummælið var í blaðnum, hava vit trífaldað okkara umsetning, so tað hevur veruliga týdning at imponera ummælararnar.

- Kreppan merkist eisini innan matvinnuna, og beint nú eru nógvir kokkar arbeiðsleysir, og nógv matarstøð steingja. Tað er tí ótrúliga stuttligt at vera við til at byggja eitt slíkt stað upp, og fáa tað til eina success. Hóast hetta er eitt nýtt stað, hava vit longu úr at gera. Men hetta staðið verður tó ikki mítt lívsstarv, slær Gutti fast.

Hóast hann nú hevur fingið útvið bestu ummæli, sum ein kokkur kann ynskja sær, so droymir hann tó um at læra enn meiri og gerast enn betri. Tí ætlar hann sær onkuntíð aftur í ein fínan køk at starvast.

Fyribils kann famúr góði maturin hjá Gutta tó njótast á Tight í hjartanum á Keypmannahavn.


-----------

Soleiðis skriva ummælararnir hjá Politiken um matin frá Gutta Winther á Tight:


Vit byrja við eini stórari grýtu av kræklingi, sum stendur fyri okkum, næstan áðrenn vit hava bílagt hana.


Eitt vælangandi skýggj dampar frá grýtuni, tá tænarin lyftir lokinum. Kræklingurin er perfekt tilgjørdur, vætumikil við einum fantastiksum soði í botninum á grýtuni – gjørt av hvítvíni, hvítleyki, timian, frískari persillu og øðrum smáttskorðnum kryddurtum.


(…)


Síðani verða tveir tallerkar við glaseraðum dunnulørum settir fyri okkum. Skinnið er ljósabrúnt og broyskið. Kjøtið er moyrt, og orsakað av longu tilgerðartíðini í egnum feitti, dettur tað næstan sundur í sera smakkmiklum trevjum.


Tilhoyrið er einfalt. Umframt ein bita av grillaðari courgette og nøkrum ovnbakaðum sherrytomatum, sum eru sevjumiklar og søtar, liggur ein stór mongd av rustikkum eplamosi, sum ikki er tungt, men smakkar, sum tað er vent við einum mola av smøri.


Harumframt er eisini ein lítil rúgva av fínthakkaðum reyðkáli og broysknum romainesalati, sum er rundað av við eini hóskandi mongd av olju-edikkadressingi.


Vit enda við “mormors chokolademousse”, sum hevur eina skeið av súrligum blommukompotti afturvið.


Vit valdu at seta eina trírættaða menu saman, men Tight er eisini eitt stað, har tú bara kanst hanga út við einum kopi av kaffi. Staðið er eitt framúr gott intiativ.


Ikki minst orsakað av, at køkurin hevur óvanliga leingi opið, heilt frá 8 til 23. Tað áttu at verið fleiri av hesum støðunum. Tað er góður matur í avslappaðum umhvørvi, og tað er stýr á tingunum, uttan at tað verður ov fínt og stívt.


(…)


Umframt matinum rósa ummælararnir eisini hølunum og serveringini til skíggja.


Alt í alt sera góð ummæli og 5 av 6 stjørnum.

--------


Soleiðis skriva nakrir av lesarunum hjá Politiken um Tight:


“Fantastisk skeljadjór, “top” and confit, og endiliga eitt stað, har tú kanst bíleggja heimagjørt chokolátamoussé! Stórt tillukku!”


“Tað er eitt kanón gott stað! Maturin er fantastiskur og tað er nóg mikið av honum! Góð tænasta og samanumtikið ein hugnaligur stemningur”


“Eri heilt víst vorðin stamgestur! Heilt undurfull café! Tað er SO hugnaligt, at man slett ikki hevur hug at fara avstað aftur”


“Perfekt tænasta, góður matur og rættvísir prísir! Samanumtikið ein góð uppliving!! Eg eri longu stamgestur.”


Lesararnir geva super góð ummæli og geva 6 av 6 stjørnum.


----


Fakta um Gutta


Navn: Gutti Winther

Aldur: 30

Búsitandi: Islands Brygge, Keypmannahavn

Útlærdur: Á ”The Paul” í Tivoli, sum er ein michelinstjørnað matstova

CV: M.a. Skovshoved Hotel. D’Anglaterre hjá Rasmus Kofoed, sum er heimskendur kokkur. Egið felag, ”Munga”. Starvast í New Zealandi, Íslandi, Wien og London. Verið við í verkætlan á einum býlingshúsi, har børnini dagliga skuldu vera við til at gera heilsugóðan mat. Eisini vunnið annað pláss í eini Young Chef kapping í Dk.

Starvast nú: Á ”Tight”, spildurnýtt stað í Keypmannahavn

-----------



Fakta um Tight:


- Tight er ein matstova við trimum eigarum. Ein er úr Avstralia, ein er fraklendingur og ein er canadiari. Chefkokkur er Gutti, sum er úr Havn.

- Harumframt starvast fólk úr Nepal, Fraklandi og av Filippinunum eisini á Tight. Eingin dani starvast har.

- Á Tight tosa tey enskt, franskt, føroyskt og eitt lítið sindur av donskum.

- Køkurin er opin frá 8-23 og bjóðar morgunmat, bronsj, frokost og um kvøldið er tað mest líkt einum brasserie.

- Maturin er erligur, merktur av árstíðini við frískum ráðvørum, og alt verður gjørt frá grundini hvønn einasta dag.

- Huglagið er avslappað. Har er hugnaligt og als ikki líkt eini vanligari matstovu. Tænararnir eru í t-shirt og cowboybuksum, og veita framúr góða tænastu.

- Maturin er á høgum støði, og prísirnir eru lægri enn hjá kappingarneytunum mitt inni í Keypmannahavn.

- Umframt at vera matstova og café er eisini barr við lounge.

- Tight liggur á Hyskenstræde 10, sum er ein síðugøta frá Stroynum í Keypmannahavn, beint við stóra H&M handilin.


----------


Serligt tilboð til føroyingar:


Øll sum kunnu prógva, at tey eru føroyingar, t.d. við føroyskum koyrikorti ella passi, fáa 15% í avsláttri av matinum á Tight restina av 2009.