Fyri fyrstu ferð vísir ein kanning í Danmark, at stjórnin kann halda fram uttan stuðul frá Ny Alliance Eftir kanningini, sum Megafon hevur gjørt, fáa Vinstri, Konservativi Fólkaflokkurin og Danski Fólkaflokkurin 50,6 prosent av atkvøðunum og 89 umboð á Fólkating.
Tað merkir, at fyri fyrstu ferð, síðani valstríðið byrjaði, hava teir tríggir flokkarnir meiriluta uttan stuðul frá Ny Alliance.
Megafon-kanningin vísir, at afturgongdin hjá Ny Alliance heldur fram, og at Eindarlistin sleppur ikki inn um tinggáttina hesaferð.