Ein nevnd hjá ST mælir nú heimsfelagsskapinum til at lata Altjóða Revsirættin í Haag kanna skuldsetingar um umfatandi ágang, morð, útreinskan, rán og píning í sudanska landspartinum Darfur.
ST hevur langt síðani skýrt støðuna í Darfur sum ta ringastu humaniteru kreppuna í heiminum í dag. Næstan tvær milliónir fólk eru rikin frá húsi og heimi, og umleið 70.000 teirra eru deyð av sjúkum ella hungri. Harafturat hava fleiri túsund latið liv í bardøgum.
Sudanska stjórnin hevur fingið ta nýggju ST-frágreiðingina, men hon vísir aftur øllum skuldsetingum um fólkamorð. Í hesum mánaðinum skulu umboð fyri stjórnina og uppreistrarmenninar í Darfur fyri fjórðu ferð royna at fáa enda á kreppuni, eftir at tríggjar tílíkar royndir eru miseydnaðar.
Í teiri nýggju frágreiðingini frá ST verður nágreiniliga greitt frá, hvussu sudanska stjórnin hevur svikið tey neyðstøddu í Darfur. Eitt nú verður sagt, at stjórnin hevur sýtt fyri at verja sivilfólkið ímóti uppreistrarmonnunum, men at stjórnarherurin tvørturímóti hevur tikið lut í álopum, sum hava noytt fólk í hundraðtúsundatali at flýggja frá húsi og heimi.