Sýriska stjórnin leggur frá sær í dag, og innan eitt samdøgur verður nýggj stjórn skipað. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP, sum hevur tíðindini frá einum ónevndum embætismanni í Damaskus.
Tað hevur verið ófriðarligt í fleiri sýriskum býum í seinastuni, og næstan 50 fólk hava latið lív. Nógv túsund fólk hava gingið mótmælisgongu ímóti stýrinum hjá Bashir al-Assad, forseta og tí ráðandi Baath-flokkinum.
Um vikuskiftið segði forsetin, at hann umhugsar at ógilda fleiri undantakslógir, sum hava verið í gildi síðani 1963.










