Tað gongst illa hjá teimum donsku stjórnarflokkunum at taka aftur tað, sum teir hava mist síðani valið í fjør.
Ein nýggj meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2, vísir, at hevði fólkatingsval verið nú, høvdu andstøðuflokkarnir fingið umleið 55,8 prosent av atkvøðunum og stjórnarsamgongan og Eindarlistin umleið 44,2 prosent. Sambært Megafon er úrslitið hjá samgonguni eitt sindur verri enn í næstseinastu kanning.
Á valinum í fjør vunnu stjórnarflokkarnir og Eindarlistin við 50,6 prosentum av atkvøðunum.