Stjórnarskifti onga ávirkan á heimildarlóg

Eitt møguligt stjórnarskifti í Danmark ávirkar ikki arbeiði við heimildarlóggávuni á uttanríkispolitiska økinum, sigur Frank Jensen, politiskur orðførari hjá danska Javnaðarflokkinum

Fólkatingsval

Christiansborg: Føroyingar fáa hvørki meira ella minni við Javnaðarflokkinum á brúnni. Samráðingarnar um eina heimildarlóg á uttanríkisøkinum, sum landsstýrið higartil hevur havt við donsku stjórnina, verða ikki stórvegis ávirkaðar av einum møguligum stjórnarskifti í Danmark, sigur Frank Jensen, politiskur orðførari hjá danska Javnaðarflokkinum. Hann hevur sjálvur sitið í arbeiðsbólkinum, sum hevur arbeitt við grønlendska lógaruppskotinum um heimildir á uttanríkisøkinum og sigur, at Javnaðarflokkurin tekur undir við øllum, sum liggur í avtaluni.
Í Føroyum hevur grønlendska uppskotið tó verið fyri nógvum atfinningum av millum øðrum Høgna Hoydal, løgtingslimi, sum heldur, at lógin er eitt afturstig heldur enn eitt framstig, tí hon staðfestir, at føroyingar skulu hava fullmakt frá Danmark, áðrenn teir kunnu gera avtalur á uttanríkisøkinum. Høgni Hoydal hevur eisini víst á, at heimildarlógin ikki gevur føroyingum nakrar heimildir, sum teir ikki í praksis hava havt áðrenn. Til dømis kunnu Føroyar ikki gerast sjálvstøðugir limir av altjóða felagsskapum ella Norðurlandaráðnum.

Eingin broyting
Hetta verður eftir øllum at døma heldur ikki broytt við einari sosialdemokratiskari stjórn.
- Vit eru opin fyri einum samstarvi við føroyingar og fyri einum meiri tíðarhóskandi ríkisfelagsskapi, men limaskapur í Norðurlandaráðnum kann ikki lata seg gera sambært teimum rammum, sum eru innan Norðurlandaráðið, sigur Frank Jensen.
Hann vísir á, at einans sjálvstøðug lond kunnu vera limir við umboðum frá sjálvstýrandi økjum, og tað heldur hann ikki, at Danmark kann gera nakað við. Í sambandi við ein felagsskap sum Altjóða Hvalakommisiónina er tað Europaráðið sum avgerð tílíkt, sigur Frank Jensen. Hann leggur tó aftrat, at hann ikki í hesi løtu kann avvísa eina meira opna leið á økinum, men vil bert staðfesta, at føroyingar í øllum førum ikki fáa færri heimildir enn stjórnin hjá Fogh hevur játtað teimum.
- Vit ynskja eitt gott samstarv við Føroyingar, og vit vilja fegin virka fyri einum meira tíðarhóskandi ríkisfelagsskapi. Vit vilja sjálvsagt eisini ganga tí á møti, um so er, at føroyingar ynskja loysing, men vit vilja helst varðveita ríkissfelagsskapin og virka fyri, at hann verður meira nútímans, sigur Frank Jensen.

Danir forða fyri limaskapi
Høgni Hoydal hevur fyrr havt at stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen fyri at forða fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Hann hevur í tí sambandi sagt, at Norðurlandaráðið hevur siðvenju at virka fyri smáum tjóðum á ymiskan hátt, og hann heldur ikki, at tað er væntandi vælvild frá Norðurlandaráðnum, sum er orsøkin til at Føroyar ikki kunnu gerast sjálvstøðugir limir, men at danir ikki ynskja tað.
Somuleiðis heldur Jóannes Ejdesgaard, at hetta er ein spurningur, sum er tengdur at donsku stjórnini:
- Føroyingar hava søkt um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum síðan í 60?unum, og tá var tað Svøríki, sum ikki vildi broyta Helsingforsavtaluna av ótta fyri, hvussu tað fór at ávirka teirra viðurskiftir við Áland. Seinast vit søktu um limaskap, kom umsóknin ikki longur enn til danska forsætismálaráðið, tí teir søgdu, at hon var í stríð við grundlógina, greiðir hann frá.

Halda á við samráðingunum
Jóannes Ejdesgaard vil tó ikki siga, at hann er vónbrotin ella beinleiðis hevði væntað nakað annað frá einari sosialdemokratiskari stjórn enn frá sitandi stjórn.
- Tað vísir seg ofta so, at danir hava eina breiða semju, tá tað snýr seg um Føroyar, og at tað ikki er so tengt at politiskum flokkum, sigur hann.
Grønlendska lógaruppskotið er lagt fram, og tað gevur grønlendska landstinginum heimild til at gera sáttmálar í altjóða høpi uttanum Danmark, men bert um tær ikki skaða donsk áhugamál, eins og Grønland ikki kann umboða seg sjálvt, um Danmark er ein av samstarvspørtunum.
Roknað hevur verið við, at eitt líknandi lógaruppskot fyri Føroyar fór at verða lagt fyri løgtingið, men í løtuni er steðgur í samráðingunum millum landsstýrið og donsku stjórnina, av tí at danir vilja hava meira tíð at hugsa seg um í.
Jóannes Ejdesgaard heldur ikki, at tað grønlendska lógaruppskotið er serliga nýskapandi og sigur, at hann sjálvsagt ikki fer í løgtingið við einum uppskoti, sum ikki fær politiska undirtøku. Hann leggur tó aftrat, at seinasta samrøðan við danir var fríggjadagin, og tá vóru teir samdir um, at so mikið nógv gott er í uppskotinum fyri báðar partar, at teir heilt greitt ynskja at arbeiða víðari við tí.