Stjórnarskipan Føroya. Formansskapurin í nevndini tekur nú upp spurningin um heimildir og arbeiðslag hjá tingnevndum.
Løgtingið eins og øll onnur ting hevur so leingi vit vita um skipað arbeiðið hjá sær í deildir ella nevndir. Gamla løgtingið hevði bæði deild, ið umrøddi almenn mál og gjørdi sam-tyktir, og løgrættu, ið eisini virkaði í fleiri deildum.
Orsøkirnar til at hava tingnevndir eru fyri ein part praktiskar. Tað ber ikki til at umrøða allar spurningar í tingsalinum, tíðin er ikki til tað, og nevndirnar kunnu arbeiða á annan hátt.
Men orsøkirnar til at býta tingið upp stinga nógv djypri enn bert til at leggja virksemi til rættis. Sjálvt fólkaræðið og fólksins frælsi verður tryggjað ígjøgnum tað valdsbýti og tær mannagongdir, sum liggja í at býta tingið upp í deildir.
Í mongum londum er tingið býtt sundur í tvær tingdeildir við hvør síni manning og hvør sínum nevndum. Hetta er enn siður í Noregi og var tað eisini í hinum Norðanlond-unum fyrr. Í londum sum okkara, har øll tingfólk eru limir í sama kamari, er tað so mikið neyðugari, at tingnevndirnar geva okkum sama tryggleika sum atskildar tingdeildir.
Nevndirnar gera, at tey fólkavaldu fáa innlit í og kunnleika til lóggávu og fyrisitingarøki og megna tí betur at standa ímóti fyrisitarum og seráhugamálum, ið kunnu mæla til politikk, ið stríður ímóti heildaráhugamálum ella gongur rættindum hjá einstøkum ov nær.
Nevndirnar økja eisini um møguleikan fyri dissensi og kjaki í politisku skipanini. Nevndirnar gera, at tað er neyðugt at vinna undirtøku fyri sama uppskoti í tveimum fólkavaldum hølum - bæði í tingsalinum og í nevndini. Ein minniluti, ið kennir sera væl til eitt evni og tí ikki letur seg taka av fótum av lógaruppskotum frá fyrisitingini ella øsing í miðlunum, kann lættari koma fram við sínum kunnleika og sjónarmiðum í nevndini, har sannføra hinar nevndarlimirnar, og síðani kann ta betra sjónarmiðið - sum at byrja við var í minniluta - vinna fram í øllum ting-inum.
At styrkja nevndirnar og harvið fólkaræðiliga trygg-leikan hjá okkum øllum, skjóta vit í fyrra flaggdagsálitnum tí upp ávís tiltøk:
At hava nevndarviðgerð áðrenn fyrstu viðgerð í salinum. Hetta tryggjar okkum ímóti, at flokkarnir taka støðu sum nú uttan til fulnar at hava umhugsað málið og uttan at hava hoyrt, hvat køn fólk, innan eins og uttan tinggátt, hava at siga um málið. Er tað neyðugt, ber sjálvsagt til at hava eina ella fleiri nevndarviðgerðar afturat eftir viðgerð í salinum.
At hava almennar hoyringar sum part av viðgerð-ini í nevndunum. Slíkar hoyringar fara at gera tað lættari hjá teimum, ið hava eina støðu til mál ella eru serkøn á økinum at føra fram sjónarmið síni. Í dag er einasta hoyring skrivlig hoyring grundað á liðug lógaruppskot, skrivlig hoyring, ið verður send út-valdum til skrivligar viðmerkingar innan stutta freist. At siga tað, sum sigast skal, er mangan nógv betri enn at skriva tað - og munin lættari.
At áleggja øllum skyldu at møta fyri tingnevnd at greiða nevndini frá viðurskiftum, tey kenna til ella hava skil fyri. Tað átti at verið sjálvsagt, at tá fyrisiting og dómstólar - og lægri myndugleikar - kunnu kravja at fáa fatur á øllum viðkomandi kunnleika, so eigur tingið, ið ger tær lógir, sum fyrisiting og rættir virka eftir, so mikið meira at hava kunnleika til alt viðkomandi í tingmál-um.
At geva nevndunum rætt at steðga lógaruppskotum. Nevndirnar umboða fólkið á annan hátt en tingið alt; meðan tingsalurin er alumboðandi, so eru nevndirnar serumboðandi, tí tingfólk fara í tær nevndir, tey hava størstan áhuga fyri.
At geva nevndunum rætt at seta undirnevndir. Hesar kunnu hugsast at verða settar at orða lógaruppskot, viðgera einstøk uppskot nærri, kanna hvussu lógir hava virkað, ella hvussu fyrisitingin umsitur tær, endurskoða politikk landsins ella annað, ið ikki øll nevndin í fyrstu atløgu hevur umstøður til at taka sær av.
At geva nevndunum heimild at orða lógaruppskot, tá politisk semja er um endamál ella ætlan, men t.d. onki uppskot er á tingborði um hetta evni.
Ætlandi fara hesar broytingar at tryggja fólkaræði, umboðan, ávirkan fólksins, og at bøta um lógirnar og dygdina í fyrireikingunum.