Aksel V. Johannesen, løgmaður, skal í apríl møta Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, til árliga ríkisfundin.
Fundurin í ár verður í Grønlandi í døgunum 29. og 30. apríl, og er tað Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, ið er vertur fyri fundin á hesum sinni.
Løgmansskrivstovan upplýsir á síni heimasíðu, at høvuðsevnið, ið verður viðgjørt á fundinum, er, ikki heilt óvæntað, samstarvið í ríkisfelagsskapinum.










