Tað eru ikki meiri enn tríggjar dagar síðani, at VB seinast var á vitjan í Klaksvík, og tað gjørdist ein minniligur túrur fyri vágskvinnur, sum smurdu heimaliðið av. Men eitt var dysturin sunnudagin, og eitt annað er dysturin í kvøld, og einki er avgjørt enn.
Mentala yvirvágin
Tann fyrra hálvfinalan, sum var leikt í Vági fyri sløkum tveimum vikum síðani, endaði við einum tepru sigri til VB við einum máli. Um gestirnir úr Vági fara at megna verja hesa leiðslu í Klaksvík í kvøld er ilt at meta um, men lítið man verða at ivast í, at tað eru tær í VB, sum hava mentalu yvirvágina á Stjørnuni í løtuni.
Tá ið liðini hittust sunnudagin, gjørdist tað talan um ein eyðmýking av Stjørnuni á heimavølli, og tað er einki at ivast í, at leikararnir hjá Stjørnuni verða ómetaliga uppsettar til dystin í kvøld, tí hann er eitt kærkomið høvi hjá teimum til at fáa eina skjóta uppreisn eftir lemjandi ósigurin sunnudagin.
Dysturin er samstundis ein endurtøka av finaluni frá í fjør, og tað er neyvan nakað dulsmál, at tað av liðunum báðum, sum vinnur sær sess í finaluni, ið verður leikt 5. februar, verður stórfavorittur til at vinna finaluna eisini.
Í hesum sambandi er kanska vert at nevna, at í fjør tapti Stjørnan bara tann eina dystin. Tann dysturin var ímóti VB, sum bara eina viku undan steypafinaluni vann greiðan sigur í Klaksvík. Kanska er tað eitt tekin um, at leikarar til tíðir kunnu hava trupult við at hugsa um ein dyst í senn, men tí spurninginum fer hálvfinalan í kvøld helst at svara.
Talan verður undir øllum umstøðum neyvan um eina endurtøku av 37-21 stórsigrinum hjá VB sunnudagin, men uttan iva verður tað ein javnur og spennandi dystur, har avgerðin helst ikki fellur fyrr enn seint í dystinum.
Skal Stjørnan gera sær nakra vón um at basa VB, so er neyðugt, at tær aftur fáa skil á verjuna hjá sær, sum als ikki virkaði í dystnum sunnudagin. Harumframt noyðast tær at verða væl meiri avgjørdar í álopspartinum.
Eitt tað sterkast vápnið hjá Stjørnuni hevur í nógv ár verið skjótálop, men í dystinum sunnudagin var tað bert hendingaferð, at tær fingu nakað líkinda skjótálop í lag. Fáa tær glið á kontraspælið aftur í kvøld, kann alt henda.