FM vinnararnir í kvinnuhondbólti, Stjørnan, eru í vikuskiftinum niðri á Balkan í Europa Cup ørindum. Fyrra uppgerðin ímóti Nikisic í Monte Negro var á skránni í gjár, og tá tapti Stjøran 26-20.
Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum sigur ein av spælarunum, Joan Djordjevic, at klaksvíkskvinnurnar ikki vóru nøgdar við teirra avrik í 40 hitastigum. Seinni dysturin verður sunnudagin, og sambært spælarunum, so kenna tær seg hava mót um væl betri úrslit.
Stjørnuferðalagið verður aftur í Klaksvík mánakvøldið.










