Stjørnan trygt frá landi

Stjørnan-StÍF 28-18 (13-9)

Føroyameistararnir í kvinnuhondbólti hildu fast um sína kós, tá tær í fyrsta dystinum hetta kappingarárið vunnu stórsigur á StÍF.

Veruligur spenningur var ongan tíð um úrslitið, og eftir at Stjørnan um miðjan fyrra hálvleik skoraði fimm ferðir á rað, hildu teir dystinum í einum jarntaki.

Besti málskjútti hjá Stjørnuni varð Simona Petersen við 7 málum. Rebekka Justinussen skoraði 8 ferðir fyri StÍF.