Stjørnan til Íslands

Hondbóltur: Skulu spæla tríggjar dystir í Reykjavík í vikuskiftinum

1. kvinnulið hjá Stjørnuni fer í vikuskiftinum at halda til íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík.


Hondbóltskvinnurnar úr Klaksvík fara at fyrireika seg til Europa-Cup dystirnar, sum verða í Klaksvík 8. og 10. oktober.


Stjørnan hevur vant nógv farnu vikurnar, og tær hava eisini spælt venjingardystir í Føroyum, men nú fara tær til Íslands, har tær fáa nógv størri mótstøðu enn hana, tær fáa í Føroyum hesa ársins tíð.


Stjørnan fer avstað fríggjdagin og kemur aftur mánadagin. Leygardagin verða tveir dystir og sunnudagin ein.


Jugoslaviski venjarin hjá felagnum er framegis ikki komin til landið, tí trupulleikar eru við at fáa øll viðurskifti upp á pláss.