Stjørnan spákaði í hálvfinaluna

Greipuvinnararnir úr Stjørnuni høvdu lættan dyst í fjórðingsfinaluni í Coca-Cola Cup kappingini, tá ið tær leygardagin høvdu vitjan av næstbesta liðnum hjá Neistanum.

Tað var ongantíð nakar ivi um, at verandi steypavinnararnir úr Stjørnuni fóru at spæla seg í hálvfinaluna, tá ið tær í fjórðingsfinaluni leiktu móti næstbesta liðnum hjá Neistanum. Og tað var serliga ein spælari, sum gjørdi av, at neistakvinnurnar skuldu vita, at tær einki høvdu at koma eftir. Unga Maria við Neyst gjørdi ikki mætari enn at skjóta fimm mál á rað teir fyrstu tíggju minuttirnar av dystinum, og tá ið Neistin ikki megnaði at svara aftur ein tí einastu ferð hesa løtuna, hevði heimaliðið lagt seg á odda 5-0, og so stóð skriftin á vegginum.

Tóku sær av løttum
Stjørnan legði sum áðurnevnt beinan vegin sjógv millum seg og gestirnar úr Havn, og munurin bara øktist, so hvørt sum dysturin leið. Tað sást á øllum brøgdum at munurin á toppinum í bestu deildini og næstbestu deildini er stórur, og hóast neistakvinnurnar stríddust óført, so var ikki nógv hjá teimum at gera.
Heimaliðið var snøgt sagt einar tveir klassar betri, og høvdu tær ikki tikið sær av løttum til tíðir, hevði hálvleiksleiðslan verið væl meiri enn 13-5.
Eftir steðgin kom eitt sindur meiri av ferð í dystin, og bæði liðini fingu meiri gongd á málskjótingina. Stjørnan var allatíðina greitt á odda, hóast Neistin fekk minkað um munin niður í seks mál, so gjørdi heimaliðið bara enn ein vørr og økti, og seinastu løtuna av dystinum gekk orkan undan hjá gestunum úr Havn, og so var tað lætt hjá Stjørnuni at økja munandi um sigurin.