Stjørnan sett nýggjan venjara

Christoffur Gert Nielsen skal venja Stjørnuna komandi kappingarár

Norðlýsið skrivar í dag, at Christoffur Gert Nielsen verður nýggjur venjari hjá Stjørnuni. Tað merkir samstundis, at Per Klarup ikki heldur fram. Hann hevur verið venjari seinastu árini.

Christoffur Gert Nielsen hevur fyrr verið venjari hjá Kyndli saman við Flemming Raben og hevur eisini royndir sum ungdómsvenjari og venjari í lægri deildunum í donskum kvinnuhondbólti. Eisini hevur Christoffur Gert Nielsen verið hjálparvenjari hjá Per Klarup, sum hevur verið landsliðvenjari hjá gentum 1998-1999 og 2000-2001.

Norðlýsið, sum var á fundinum í KÍ-høllini í gjárkvøldið skrivar eisini, at Christoffur hevur síðani 2010 tikið ymiskar hondbóltsvenjaraútbúgvingar, og er hann nú innstillaður til Diplomvenjaraútbúgving í 2021, sum er hægsta nationala venjaraútbúgvingin í Danmark.