Tey, sum høvdu væntað tættan og spennandi dyst í Klaksvík leygardagin, fóru skeiv. Stjørnan vann stórsigur á VB, sum ongantíð kláraði at skapa spenning í dystinum.
Nógv hava mett VB sum fremsta kappingarneytan hjá VÍF til gullmerkini, men hetta vikuskiftið sást einki til hetta. Tveir av stuðulsspælarunum hjá VB vóru ikki við, og tað merktist eisini.
Men fyrst og fremst var tað ein væl upplagt Stjørnulið, sum mesta av tíðini helt nógv ferð á álopsspælinum og kláraði at halda tætt í verjupartinum.
Tað vóru løtur, har vágskvinnur komu við í dystin, men tær vóru fáar, og í seinna hálvleiki kláraðu tær als ikki at fylgja við.
Gongdin
Stjørnan fekk sera góða byrjan í dystinum. Áðrenn VB var komið í gongd, vóru bóltarnir sendir í meskarnar seks ferðir, og tá góðir 20 minuttir vóru spældir, var støðan 13-5 til Stjørnuna.
Eftir hetta kom VB við í dystin, og við Gabriellu Fekete á odda fingu tær fýra tøtt mál, sum pyntaði eitt sindur um støðuna. Tá liðni fóru til hálvleik, vóru fimm mál á muni.
Í seinna hálvleiki var VB væl við fyrstu 10 minuttirnar, men so setti Stjørnan ferð á aftur, og tær løgdu VB langt aftur um.
Tá átta minuttir vóru eftir at spæla, hevði Stjørnan fingið tvífalt so nógv mál sum VB. Støðan var tá 28-14.
Seinasta partin av dystinum gekk nøkunlunda javnt á. Tað var avgerðin langt síðani fallin, og VB brúkti hesa løtuna til at minka um munin við einum máli.
Størri breidd
Munurin millum Stjørnuna og VB hendan dagin var, at meðan VB nógv á herarnar hjá Gabriellu Fekete, hevði Stjørnan stóra breidd í sínum spæli. Regina Rado hjá VB hevur ikki gjørt eins nógv um seg í hesi kappingini, sum hon gjørdi í tí seinasta.
Hóast VB royndi at mansverja Simonu Dzuigyte frá byrjan, gjørdi tað lítlan mun hjá henni og restini av Stjørnuliðnum.
Anna Kristina Samson, Joan Midjord Joensen og Andrijana Milodanovic skutu eisini nógv mál, og tað gjørdi góðan mun afturat teimum 13 málunum hjá toppskjúttanum.
Stjørnan tykist virka væl sum lið í løtuni. Tapið móti føroyameistarunum í VÍF var tepurt, men enn er tíðliga á árinum, og spurningurin er nú, hvussu liðini menna og betra spælið hjá sær komandi vikurnar. Tað verður ikki fyrr enn eftir nýggjár, at tað veruliga ferð at galda, og VB kann saktans fer at blanda seg fyri tað, um tær leygardagin høvdu ein svartan dag í Klakvík.
Dysturin í tølum:
Stjørnan-VB 34-21 (15-10)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dzuigyte 13 (3), Anna Kristina Samson 7, Joan Midjord Joensen 5, Andrijana Milodanovic 4, Una Olsen 3, Bára Skaale 2
VB: Gabriella Fekete 10 (4), Jenisa Petersen 3, Regina Rado 2, Eydis Kjærbo 2, Sólrun Krosslá 1, Durita Rouch 1, Anja Mørk 1, Guðrun Midjord 1.
Brotskøst: Stjørnan 3, VB 6
Útvísingar: Stjørnan 3, VB 3
Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Trygvi Mortensen.