Klokkan 15 verður dystur millum Stjørnuna og Neistin í SMS-deildini. Dysturin verður spældur í KÍ-høllini í Klaksvík.
Neistin er nummar trý við sjey stigum meðan Stjørnan liggur næstaftast við trimum stigum.
Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum millum Stjørnuna og Neistan á FM1. Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Ljóðsamrøður við umboð fyri bæði liðini koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 5 | 145 | 123 | 22 | 10 |
VÍF | 6 | 166 | 134 | 32 | 9 |
NEISTIN | 6 | 136 | 124 | 12 | 7 |
KYNDIL | 6 | 135 | 160 | -25 | 4 |
STJØRNAN | 5 | 116 | 122 | -6 | 3 |
STÍF | 6 | 115 | 150 | -35 | 1 |