- Tá vit hanga stjørnur á eitt jólatræ ella hyggja eftir stjørnunum á himmalhálvinum, so hyggja vit altíð upp í loft. Men tá vit komu til sonevndu Føðikirkjuna í Betlehem at leita eftir teirri serstøku stjørnuni, ja, so máttu vit hyggja niðureftir!, greiðir Jógvan frá.
Føroyska ferðalagið kom inn í hesa kirkjuna, sum trongdi harðliga til eina kerliga hond. Umsíðir skuldu tey síggja ta vøkru stjørnuna undir hválvinum.
Men soleiðis varð ikki, tí har uppi var eingin Jesus-stjørna at síggja. Hon var hinvegin fest í ein klett í gólvinum.
- Sært tú. Stjørnan lýsti frá jørðini og uppeftir, og ikki úr himlinum til jarðar. At eg sjálvur ikki væntaði tað øðrvísi, kann helst ikki beskrivast øðrvísi enn ein arbeiðsskaði!, sigur biskupur við brosi á kinn.
Sosialurin hevur hitt Jógvan Fríðriksson til eitt jólaprát um ferðina sum Ísraelsmissiónin skipaði fyri til Heilaga Landið í oktober mánaði í ár.
Dreymur ella veruleiki
Líka síðani Jógvan var smádrongur hevur hann havt eitt ynski og ein dreym um at vitja í heilaga landinum.
- Tann bíbilski heimurin hevur altíð sagt mær nógv. Eg kennist við landið, býirnar og søguna heilt frá tí eg var smádrongur. Men ikki fyrrenn nú bar hetta til, greiðir hann frá.
At fara til Ísraels ber Jógvan saman við myndina í heimbygd hansara, Strendur: Nógv er broytt í bygdini, síðani hann traðkaði barnaskógvar sína her – fjøran er ikki hin sama, bygdin er vaksin nógv og umstøðurnar broyttar á mangar mátar.
Hetta var sama kenslan sum hann hevði, tá hann á fyrsta sinni setti fótin á ísraelska jørð:
- Eg var alla tíðina greiður yvir, at Ísrael í dag ikki svaraði til barnadreymar mínar. Hetta hevði eg gjørt mær klárt frammanundan, og tí gjørdist ferðin í roynd og veru ein sera rík uppliving, slær hann fast.
Jógvan leggur kortini dent á, at Genesaret-vatnið framvegis er Genesaret-vatnið og at Kedronar løkur framvegis er Kedronar løkur. Hinvegin eru menn ikki heilt samdir um, hvar Golgata er.
- Júst hetta hevur kortini ikki tann stóra týdningin fyri meg. Tað týdningarmesta fyri meg er, at eg gekk á teimum støðunum har Frelsarin hevði gingið.
- Hetta var ein sera sterk og ótrúlig uppliving, sigur biskupur.
Niðurslitið tá – og nú
Eitt var at vitja á støðunum, ið Jógvan kendi úr Bíbliuni. Eitt heilt annað var at hitta fólkið á staðnum, - at standa andlit til andlit bæði við jødar og arábar.
Tey flestu kristnu hava helst sera positiva uppfatan av Ísrael, men kanska ikki eins positiva uppfatan, ella hava kanska beinleiðis fordómar, móti palestinum og arábum. Hesar ymisku metingarnar fekk føroyska ferðalagið ein gyltan møguleika at fáa størri kunnleika um, ein dagin tey vitjaðu í Betlehem.
Betlehem er í dag als ikki at meta sum nøkur glæstriborg, men er hinvegin niðurslitin. Tað er greitt, at her er stórur tørvur á eini dagføring og upprudding. Tey vitjandi hava jú goldið fyri at koma higar at síggja føðibýin og kanska fleiri teirra hava eina hugmynd av, at býurin er tann sami í dag sum hann var, tá Jesus traðkaði sínar barnaskógvar her.
- Satt at siga gjørdist eg als ikki vónsvikin av at síggja býin soleiðis. Hetta vísti mær bara enn einaferð – og 2000 ár seinni – at Jesus ikki er ein persónur úr einum ævintýrheimi. Heldur hinvegin.
- Hetta gjørdist ein sonn prædika fyri meg, at Gud gjørdist menniskja og gav son sín bókstavliga, at liva undir fólksins korum so sum tey vóru tá í tíðini, og har alt kulmineraði við líðing hansara og deyða.
- Eg biði bara um, at mín kristna trúgv ongatíð verður innkapslað í ein ævintýrheim ella í eina romansu, men altíð má vera ítøkilig og hava jørðforbindilsi, sigur Jógvan.
Svár og trupul støða
Tann eina dagin tey vitjaðu í Betlehem, vitjaðu tey á tí kristna universitetinum. Hóast kristin fólk kring allan heimin kenna býin, er als ikki at meta sum nøkur glæstriborg, hóast mong kanska halda tað.
Her fingu tey eitt gott prát við rektaran á skúlanum og fingu eyguni upplatin fyri viðurskiftunum millum jødar og arábar, og eitt heilt annað innlit í støðuna hjá teimum kristnu, sæð við palestinskum eygum.
Rektarin vísti á týdningin av, at vit kristnu eisini máttu duga at síggja støðuna hjá palestinum: Tey hava mist sítt land og síni rættindi, og liva á mangar mátar sum flóttafólk.
- Fyri hann var tað sera umráðandi at vísa á, at tað er altíð ein trupul støða at vera flóttafólk í egnum øki, og so var líkamikið hvør ið eigur ella átti landið. Eitt flóttafólk er altíð eitt flóttafólk, og ein slík støða er altíð svár hjá teimum.
- Hansara ynski var tí at fáa í lag ein dialog millum palestinar og teir kristnu jødarnar. Hesin boðskapurin og henda áheitanin hóskaði sera væl til ta høgtíðina, sum nú stendur fyri framman – henda boðskapin um frið á jørð og í menniskjum góður tokki, slær biskupur fast.
Eitt annað stórt upplivilsi hjá føroyska ferðalagnum var at vitja tann so vælkenda Grátimúrin.
Bíðan ella fagnan
Grátimúrurin ella Vesturmúrurin er at finna í gamla býarpartinum í Jerusalem, og verður á mangar mátar mettur sum heilagasta staðið í jødadóminum.
Navnið sjálvt vísir til klagurnar hjá jødunum við múrin um oyðingina av templinum. Fyri mong er hetta eitt stað, har fólkið hevur kunnað grátið og kært sína neyð upp gjøgnum tíðirnar, men hetta er somuleiðis eitt stað har fólk kundu koma fyri at veita tøkk.
- Tað var ein sera stór løta at standa her við Grátimúrin, sigur Jógvan. – Her kundi ein líkasum trína inn í ein størri samanhang og verða ein partur av trupulleikunum í Miðeystri og í bíbilska heiminum.
- Her stóðu jødar sum framvegis bíða eftir Messiasi. Her stóðu fólk úr fremmandum londum og við aðrari trúgv enn okkara. Og her stóðu samstundis 40 føroyingar sum fagnaðu hesum sama Messiasi.
- Vit vóru komin higar, júst tí at Jesus longu var komin til jarðar sum heimsins frelsari. Å, den munur!!
Hetta var kortini ikki einasta nýggja hugsanin sum føroyska ferðalagið mátti taka støðu til – ella kanska taka upp til nýggja viðgerð.
Katólsk fobi
Innan kristindómin hevur ein verið sera varin við at tosa ov nógv um týdningin av Mariu, móður Jesus.
- Ein kann siga tað so, at av berum ótta fyri katolikkum hava vit nærum sett Mariu til viks eitt sindur. Trupulleikin er bert tann, at hava vit fyrst parkerað Mariu, so verður alt tað sum eitur Mariu-teologi so óviðkomandi og sekunder, slær Jógvan fast.
Hann er sjálvur sannførdur um, at ein í teirri kristnu fjøldini átti at steðgað eitt sindur á og veruliga sæð týdningin av teirri tradisjonellu myndini við Mariu og Jesus-barninum í fanginum.
Henda myndin ella ikonin var rættiliga nógv at síggja í Ísrael, og í Bíbliuni verður eisini sligið fast, at hon var sæl og at hon var útvald av Gudi sjálvum til hesa tænastuna.
- Vit eiga ikki at hava eina katólska fobi, men eiga heldur at lata eyguni upp fyri tí veruleika, at Maria er meiri enn aðrar kvinnur, av teirri einfaldu orsøk at hon var móðir Jesus.
- Hetta hevur týdning fyri okkum, og hevur ikki minst týdning fyri Jesus og hansara samleika: At hann var sonur eina jødiska kvinnu og at hann tí sjálvur er jødi.
- Hugsa vit so víðari til deyða hansara á Golgata 33 ár seinni, tá hann sigur við Jóhannes at “sí, har er móðir tín”, so verður tann intima móðurrollan víðkað til viðurskifti millum móður og son á heimsstøði.
- Tí skalt tú hava eina heimsmissión so má hon byrja onkustaðni. Kristindómurin er nevniliga ikki bert ein hugsan ella ein lívsáskoðan, men eisini ein persónlig relasjón og ein persónur – Jesus – sum vit kunnu hava okkara persónligu viðurskifti við.
Út frá hesum persónligu relasjónunum kunnu fólk eisini fáa ella hava persónligar relasjónir mótvegis øðrum fólkasløgum. Hetta gjørdist føroyska ferðalagið vitni til, tá tey vitjaðu Holocaustsavnið í Jerusalem.
Flógv hjørtu
Hetta savnið lat upp í 2005, og við hetta høvið vóru statsleiðarar úr mongum ymiskum londum við til hátíðarhaldið, millum annað danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen.
Á savninum var týðiligt at síggja, at mong fólk kring allan heimin hava og hava havt eitt stórt hjarta fyri ísraelska fólkinum. Millum hesi fólkini teljast danir. Her var týðiligt at síggja, hvussu stórt arbeiði danir gjørdu til tess at bjarga flýggjandi jødum til Svøríkis undir krígnum.
Dømi vóru um, at danir stúvaðu eini 10 fólk í eina lítla jollu og flutt tey til frælsið hinumegin Oyrarsund. Hetta var eitt ótrúligt bragd, sum nógv eru sera takksom fyri enn í dag.
- Á hesum savninum var serliga ein setningur sum talaði nógv til mín: “Summi hjørtu eru sum steinar, men roynast kortini flógv. Men tað finnast eisini tey hjørtuni, sum tykjast flógv, men sum roynast sum steinar tá á stendur”. Hetta eru sera djúp og viðkomandi orð.
- Júst hetta fingu jødarnir eisini at sanna undir seinna heimsbardaga. Hetta var eisini eitt fullgott prógv um at ein kann verða “ladt i stikken” av sínum egnu, meðan ein fær størstu hjálpina frá teimum, haðani ein minst væntaði tað!