Stjørnan hongur í oddinum

Við sigrinum á StÍF helt Stjørnan fast um triðja plássið á stigatalvuni, har tær bert eru eittans stig aftan fyri oddaliðið

Kvinnuhondbóltur

Tað var bronsudysturin í grundspælinum, tá StÍF sunnudagin tók ímóti Stjørnuni. Gaman í verða heiðursmerki ikki latin fyri plaseringarnar í grundspælinum, men fyri vánirnar víðari í kappingini hevði dysturin sunnudagin alstóran týdning fyri liðini bæði.
StÍF hevur stóran part av kappingarárinum verið millum teirra, sum hava elt oddaliðið úr Vági, men seinastu viku mistu tær eitt týðandi fet í hesum, tá tær á heimavølli máttu lúta fyri Kyndli.
Hjá Stjørnuni hevur gongdin hinvegin verið ein heilt onnur. Fyrstu umførini tóktust døpru spádómarnir hjá klaksvíkingum at halda. Spádómar um, at talan fyrst og fremst fór at verða um at stríð at halda liðnum í deildini. Spakuliga hevur liðið tó ment seg, og verður sæð burtur frá dystinum í Vestmanna ? tá leikandi venjarin eisini var burturstødd ? so hevur talan verið um støðugt góð úrslit alla seinnu helvt av grundspælinum. Og hetta hevur eisini speglast aftur á stigatalvuni.

Løgdu sjógv ímillum
Og tað var eisini rættiliga skjótt, at áskoðararnir til dystin sunnudagin máttu ásanna, at her skuldi tað verða Stjørnan, sum var við yvirlutan. Liðið hevur fyri stuttum fingið Báru Skaale við aftur á liðið, og saman við útlendsku leikarunum hevði hon skjótt syrgt fyri eini lítlari leiðslu. Tá tað samstundis gekst meira enn striltið hjá strandingum at fáa bóltin inn um væl spælandi Agne Masinetie í Stjørnu-málinum, tóktist tað leingi so, at Stjørnan barasta økti um munin, men spakuliga kom StÍF tó alt meira við aftur í dystin.
Heilt spennandi megnaður tær tó ongan tíð at gera dystin. Eitt skifti í seinna hálvleiki togaðu tær seg somikið nær, at bert trý mál vóru á muni, men tá Stjørnan so svaraði aftur við trimum á rað, samstundis sum StÍF ikki fekk gjørt sær dælt av drúgvari yvirtalsstøðu, var alt líka sum avgjørt.

Øgiligt fyrsta umfar
Við sigrinum syrgdu klaksvíkskvinnurnar fyri, at tær nú eru ájavnar VÍF á øðrum plássinum, tá endaspæli fer í gongd. Ein støða, sum hevði verið fullkomuliga óhugsandi fyri tveimum mánaðum síðani, men sum nú kortini er veruleiki. Og tó at spælið hjá Stjørnuni okkurt ári hevur verið meira flótandi, enn tað er nú, so kann ikki sigast annað enn, at hetta er fult uppiborið. Bulurin á liðnum er sjálvandi tær útlendsku, men hartil hevur liðið í ár sýnt ein framúr góðan stríðsvilja. Fleiri ferðir hevur uppgávan sæð mest sum vónleys úr, men kortini hava tær strítt seg til stig, og hetta er ein avgerandi fortreyt fyri góðum úrslitum.
Hjá StÍF man tað kennast eitt sindur tungt, at tær nú eru á fimta plássinum, tá farast skal undir endaspælið, men hóast hetta, so er munurin upp til oddin bert trý stig, so enn stendur alt opið.
Og so verður eisini spennandi at síggja, hvussu tað fer at tørna út fyrsta umfarið í endaspælinum. Tá fær StÍF vitjan av oddaliðnum úr VB, og kastar tann dysturin stig av sær, sær alt brádliga meira ljóst út. Samstundis fær Stjørnan vitjan av VÍF, so møguliga fer hetta umfarið at geva eina góða ábending um, hvussu liðini eru fyri, nú farast skal undir endaspælið, har stigini av álvara telja.

Dysturin í tølum
StÍF-Stjørnan 17-22 (8-14)
Málskjúttar:
StÍF: Asta Petrauskiene 7(3), Sunfríð B. Jacobsen 3(1), Poula D. Olsen 2, Anna Maria Berthelsen 2, Signhild Petersen 1, Anna B. Danielsen 1
Stjørnan: Natasha Stamekovic 7, Bára S. Klakstein 6, Danjela Ercevic 5, Davina Sundskarð 2, Una Olsen 1, Irdi Mikkelsen 1
Brotskøst: StÍF 6, Stjørnan 1
Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 6
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen