Stjørnan-Tjaldur 34-24 (17-12):
Heili 10 mál vóru á muni, tá føroyameistararnir Stjørnan og avbjóðararnir Tjaldur spældu í Klaksvík í dag.
Tjaldu legði seg tó á odda at byrja við, men Stjørnan fótaði sær og var á odda 17-12 í hálvleikinum.
Hesa leiðslu økti Stjørnan í seinna hálvleiki, og eitt skifti vóru 12 mál á muni.
Úrslitið gjørdist 34-24 til Stjørnuna, og harvið staðfestu kvinnurnar úr Klaksvík, at tær ætla at kappast við VB um føroyameistaraheitið í ár.