Hondbóltur
Hóast dysturin í Vági byrjaði hálvan tíma áðrenn tann í Havn, so mundu hvørki VB ella Stjørnan ivast í, at Neistin skuldi fara við sigrinum í høvuðsstaðnum.
Tað gjørdi í veruleikanum, at dysturin í Vági var týdningarleysur, tí líkamikið, hvussu úrslitið skuldi laga seg, so skulu liðini hittast aftur, tá hálvfinalurnar koma á skránna.
Ikki treytaleyst
Í hesum ljósinum hevði Stjørnan valt at spara nakað upp á fólkið. Fyrst og fremst, so ráddi um ikki at fáa nakrar óneyðugar skaðar ella keðilig leikbann, og so kom sjálvur dysturin í aðru røð at kalla. Ikki soleiðis, at Stjørnan ikki ynskti at vinna dystin, men hetta skuldi altso ikki gerast fyri ein og hvønn prís.
Fyrstu løtuna gekk annars javnt á, men um miðjan fyrra hálvleik kom verulig gongd á VB. Seks ferðir á rað sat bólturin í Stjørnu-málinum, og tað var ein munur, sum Stjørnan ongan tíð vann aftur. VB hevur annars fleiri ferðir sýnt troyttleikatekin móti endanum av hvørjum hálvleiki, men hesa ferð vóru tey tó ikki so sjónlig, sum tey onkra tíð hava verið.
Hálvfinalurnar
Spurningurin er so, hvussu leikur fer, tá liðini aftur hittast í hálvfinalunum. Í øllum førum man sálarliga lyfti hjá VB hava verið ikki heilt einki. Eitt lyft, sum eisini var harðliga tiltrongt, nú úrslitini als ikki hava verið eftir vild seinastu dystirnar.
Tað kann geva teimum trúnna uppá, at finalan kann røkkast, hóast Stjørnan á pappírinum framvegis má sigast at eiga sterkasta liðið í landinum.
Samstundis er tað eisini spurningurin,hvørt stríðsviljin hjá Stjørnuni er nóg stórur, nú avgerandi dystirnir standa fyri framman. Av seinatu fýra dystunum eru tríggir taptir. Og tó at boðini eru, at spælarar og venjari nú taka tað róligt, so kann hetta skjótt gerast ein følsk sannføring um, at eingin vandi er á ferð. Ásanna spælararnir ikki tann vandan, kann skjótt henda seg, at hálvfinalurnar verða endastøðin hjá Stjørnuni, og tað var so ikki tað, sum ætlanin var ndan kappingarárinum.
Fakta um dystin
VB-Stjørnan 28-23 (15-10)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 7, Gurið Mortensen 7, Mariza Zilko 5(1), Svava Vestergaard 3, Monika Samuelsen 2, Margreth Augustinussen 2, Sára Samuelsen 1, Jóna Thorsteinsson 1
Stjørnan: Alina Olaru 9(2), Durita Christophersen 5, Anna Kristina Samson 3, Una Olsen 2(1), Edith Hansen 2, Joan Midjord Djordjevic 1, Katarina Stepanoc 1
Brotskøst: VB 3, Stjørnan 7
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 4
Dómarar: Kristian Johasnsen & Sámal Paulason










