Stjørnan endurtók steypasigurin

Vónin hjá VÍF um skapa eina sensatión varð punkterað longu fyrstu løtuna, tá heimaliðið vann seg upp á 12-2.

Eftir hetta slapp VÍF í størri mun upp í part, men tað eydnaðist ongan tíð at trýsta Stjørnuna, sum við sigrinum heldur fast um oddasessin í Sunset-deildini.

 

Besti málskjútti hjá Stjørnuni var í dag Simona Petersen við 8 málum. Heidi Joensen skeyt 7 mál fyri VÍF.

 

Stjørnan-VÍF 29-21 (16-9)