Stjørnan endurtók sigurin

Kyndil-Stjørnan 22-30

Stjørnan heldur framvegis stílinum mótvegis FM-finaluni.

Í kvøld vitjaði Stjørnan á Hálsi, og her gjørdist talan til tryggan sigur á Kyndli, sum er á fjórða plássinum í Sunset-kappingini.

Fyri endaligu støðuna hevði dysturin lítið uppá. Stjørnan hevur vissað sær finaluplássið, og har verður mótstøðuliðið annað hvørt Neistin ella VB.