Tjaldur-Stjørnan 23-25 (9-10)
Stjørnan eigur nú eisini Coca Cola-steypið til ognar. Triði steypasigurin á rað kom til høldar móti Tjaldri fyri løtu síðani.
Talan var tó støðugt um ein spennandi dyst, har munurin ongan tíð gjørdist tann heilt stóri.
Tað eydnaðist tó Stjørnuni at skapa sær eitt lítið hol eitt korter undan leikloki, og tann munin hildu tær alla tíðina fast um.