Stjørnan aftur á toppinum

Við einum sannførandi avriki hølvaði Stjørnan StÍF ígjøgnum, og nú eru klaksvíkingarnir á odda undan oddabrakinum í Vági komandi vikuskifti

Hondbóltur

Stjørnan tykist vera væl fyri, nú tær fara til Vágs at spæla oddadyst móti VB. Júst VB sýndi stóra styrki um vikuskiftið, tá tær hølvaðu StÍF av, og týskvøldið gjørdi Stjørnan teimum so kynstrið eftir.
Longu fyrstu lítlu løtuna royndi Stjørnan at leggja eitt stórt trýst á, men hóast tær lupu avstað, so fingu gestirnir við einum goðum háli togað seg upp á javnt aftur eftir einum korteri.
Men tað var so eisini seinasta ferðin, at samband við ímillum liðini. Frá støðuni, 6-6, øktu tær á heimaliðnum til 16-8, og so var liðugt við nakrari sum helst mótstøðu frá gestunum. Og tá Stjørnan so fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki skeyt sjey mál á tað, so lá tað í luftini, at talan skuldi gerast um veruligt sorl.
Kanska kundi standurin hjá gestunum eisni verið enn verri, men eftir at hava bygt leiðsluna somikið trygga, setti Stjørnan tó ferðina nakað niður, men tó at StÍF nú betur fekk fylgt við, so megnaðu tær á ongan hátt at koma í nær námind Stjørnuni.

Klárt til brakið
Við sigrinum hevur Stjørnan lagt seg á odda, nú tveir dystir resta av grundspælinum. Fyrst og fremst tykist tvídysturin her at vera við VB, og um vikuskiftið fellir helst avgerðin um, hvat av liðunum skal enda grundspælið á ovasta plássinum.
Og skal metast eftir úrslitunum seinastu vikurnar, so er einki at ivast í, at talan her er um tey bæði bestu kvinnuliðini í landinum í løtuni. Ikki minst, tí bæði nú eisini hava vunnið í Vestmanna.
Hjá StÍF er lítið at ivast í, at liðið nú fullkomuliga hevur mist takið í oddinum, har liðið annars aftur í ár tóktist hava hug at blanda seg. Enn eru tveir dystir eftir í grundspælinum, men tá annar av hesum er á útivølli móti VÍF, ber illa til at ímynda sær, at tær kunnu nærkast heiðursmerkjunum nakað serligt afturat, áðrenn farið verður undir endaspælið. Tað er einki at ivast í, at missurin av Alinu Olaru hevur vigað tungt í so máta, og so er spurningurin, um hon kann fáa eins stóran týdning fyri Stjørnuna, tá hon kemur til teirra í januar mánaði. Tað líkist í øllum førum ein av teimum faktorum, sum kann gera av, hvar meistaraheitið endar.

Dysturin í tølum
Stjørnan-StÍF 34-19 (16-8)
Málskjúttar
Stjørnan: Annika Ljósstein 7(1), Anna Kristina Samson 7, Joan M. Djordjevic 6(2), Bára S. Klakstein 4, Una Olsen 3, Katarina Stepanov 3, Maria við Neyst 2, Ragna Andreasen 1, Durita Ljósstein 1(1)
StÍF: Beinta Joensen 6, Sunfríð B. Jacobsen 4(2), Milica Ergic 3(1), Anna Maria Berthelsen 3, Poula D. Olsen 2, Paula B. Høgnesen 1
Brotskøst: Stjørnan 6, StÍF 4
Útvísingar: Stjørnan 2, StÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum