Stjórin á tilbúgvingini gevst

Stjórin á Tilbúgvingarstovni Føroya, Henrik Weihe Joensen, sum seinastu tíðina eisini hevur verið virkandi stjóri á MRCC/Tórshavnradio og Fiskimálaráðið hava gjørt semju um at niðurleggja samstarvið frá í dag - hin 15. august 2012 - at rokna.

Fiskimálaráðið og Henrik Weihe Joensen hava avtalað, at Henrik í nakrar mánaðir er tøkur hjá Fiskimálaráðnum at heita á í sambandi við ráðgeving í tilbúgvingarmálum.

Elmar Højgaard, forstjóri á samanløgdu stovnunum Fiskiveiðieftirlitinum, Tilbúgvingarstovninum og MRCC/Tórshavnradio, tekur yvir leiðsluuppgávurnar hjá Henrik Weihe Joensen.

Tað sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

Myndina, sum vit prenta til henda greinastubba, eigur danska verjan (forsvaret).