HB hevur í dag sett nýtt venjaratoymið og nýggjan liðleiðari til næstbesta liðið hjá monnum. Nýggjur venjari er Jan Mølvad Laursen, sum hevur gjørt ein tvey ára sáttmála.
At hjálpa sær hevur hann fingið fyrrverandi dómaran, Ransin N. Djurhuus. Hann hevur verið venjari hjá U19-liðnum í ár. Afturat teimum er stórin á Taks, Eyðun Mørkøre. Hann verður liðleiðari. Eyðun Mørkøre hevur verið virkin í felagnum seinnu árini.
HB.fo skrivar:
Tað verður Jan Mølvad Laursen, ið kemur at standa á odda fyri okkara 1. deildarliðið hjá monnum. Jan, ið hevur verið høvuðsungdómsvenjari seinastu árini, hevur undirskrivað 2-ára sáttmála. Tí er tað ein maður sum kennir felagið, ið skal standa á odda fyri, og menna okkara 1. deild. Afturat honum verður tað ein annar kenningur, Ransin N. Djurhuus, ið kemur at standa á síðulinjuni. Ransin var í 2019 venjari hjá U17-dreingjum, sum hann leiddi fram til steypafinaluna og FM-heitið. Harumframt verður Eyðun Mørkøre liðleiðari.










