Nú umhugsar leiðslan í orkufelagnum Effo at mæla nevndini til at hækka oljuprísin til húsarhald 44 oyru liturin.
Tað sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo, heldur speiskliga, nú SEV hevur boðað frá, at prísurin á streymi hækkar næsta ár. Ein grundgeving er at tað er Sev hevur fingið øktar útreiðslur til olju.
Les eisini: Fer at kosta eini vanligari familju 750 krónur um árið
Í hesum sambandi sigur stjórin í EFFO í eini fráboðan í morgun, at tá ið kann SEV hækka prísin fyri at fíggja orljunýtsluna, kann EFFO akkurát tað sama hækka prísin fyri at skunda undir ætlanina at byggja vindmyllur.
Stjórin sigur, at orsøkin til ætlaðu príshækkingina hjá Effo er nevniliga fyri at fíggja ætlanirnar um at byggja vindorkuna út, so at umleggingin frá olju til vindorku kann gerast enn skjótari. Men hann leggur afturat, at hetta er meint sum ein provokation, tí oljuprísurin hækkar ikki av hesum orsøkum - men grundgevingin kundi verið tann sama, leggur hann afturat.
Men hann leggur afturat, at hækkar prísurin á olju 44 oyru fyri liturin, svarar tað til tey 10 oyruni SEV fer at hækka elprísin við. Eins og hjá SEV, svarar hetta til 80 krónur um mánaðin hjá einum vanligum húski. Í Føroyum eru eini 17.000 húski, og sostatt fer SEV at fáa16 milliónir aftur at í inntøkum frá privatu húskjunum. Harumframt koma eisini fleiri inntøkur frá vinnufyritøkum.
– Kann SEV loyva sær at hækka elprísin fyri at fíggja svarta orkuútbygging, kunnu privatu orkufeløgini helst eisini loyva sær at hækka oljuprísin fyri at fremja grønu orkuumleggingina, sigur Janus Thomsen.