Stjórin ov stuttur

Hans Johannes á Brúgv, sum hevur verið stjóri á Vinnuháskúlanum í átta ár, fekk ikki starvið aftur

Millum tey tíggju, sum søkti stjórastarvið á Vinnuháskúlanum, var Hans Johannes á Brúgv.
Hann hevur verið stjóri á skúlanum síðan 2004. Hann varð áramálssettur fyri fimm ár fyrt. Síðan varð setanin longd við tveimum árum og síðan við einum ári aftrat.
Sambært reglunum skuldi starvið lýsast leyst nú.
Mánadagin fekk Hans Johannes á Brúgv eina uppringing við upplýsingini um, at hann ikki fekk starvið aftur.
Mentamálaráðið valdi í staðin at seta Vilhjálm Gregoriussen í starvið.
- Tað má eg bara góðtaka, men eg kundi hugsað mær at hildið fram, sigur Hans Johannes á Brúgv, sum ikki er beiskur.
Hann nevnir tí, at hin varð valdur millum annað, tí hann hevði Master útbúgving í leiðslu. Ta útbúgvingina hevur Hans Johannes á Brúgv eisini, men honum vantar at gera høvuðsritgerðina.
Hans Johannes á Brúgv fýlist á tilgongdina við at seta starvið. Umsóknarfreistin var úti 22. mai, og hann veit, at innstillingin varð liðug 21. juni. Hví tað so skuldi aka meira enn ein mánað at seta starvið, skilir hann ikki.
Hann fer úr stjórastarvinum 31. august.