Stjórin og marknaðarleiðarin eru bjartskygdir um Milano

Leygardagin fleyg Atlantic Airways sín fyrsta túr til Milano í Norðuri-Italia. Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, er bjartskygdur, bæði um Barcelona og Milano-ruturnar, og soleiðis, sum gongdin hevur verið higartil, eins og útlitini eru longu nú í summar, bendir alt á, at føroyska flogfelagið hevur rakt seymin á høvdið, tá ræður um ferðamál suðuri í Evropa. Magni Arge var eisini fegin um móttøkuna Atlantic Airways fekk í Milano.

Sølu og Marknaðarleiðarin hjá Atlantic Airways, Allan Skaalum er eisini bjartskygdur. Hann heldur Italia verða eitt væl fungerandi land fyri ferðafólk, sum føroyingar eisini kunnu gera nyttu av.

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra tað, sum Magni Arge og Allan Skaalum søgdu við Vilmund Jacobsen, reportara hjá Miðlahúsinum