Adrian Dalsá er ikki longur stjóri á Kósavirkinum í Klaksvík.
Nú hann hevur sagt seg úr starvi, hevur hann verið stjóri á størsta flakavirki í landinum á privatum hondum síðani í september í 2000.
Adrian Dalsá hevur ongar viðmerkingar til uppsøgnina.Men hann leggur afturat, at tað er bara at hyggja eftir roknskapinum, tá ið hann tók við sum stjóri, og at samanbera teir við roknskapirnar hesi bæði seinastu árini, so sæst, at tað er ikki tí at úrslitini hava verið so vánalig, at hann nú er farin.
?Eg og Kósin passaðu rætt og slætt ikki so væl saman, og so var best at vit skiltust, sigur Adrian Dalsá í stuttari viðmerking.










