Stjórin í Fiskamarknaði Føroya sagt upp

- Eg havi verið á Fiskamarknaði Føroya í átta ár. Hetta hevur verið ein áhugaverd og spennandi tíð. Vit hava havt gott og ógvuliga dugnaligt fólk, men tað skerst ikki burtur, at óvissan um bygnaðarbroytingar seinastu tíðina hevur verið strævin, sigur John Nielsen, ið gevst sum stjóri á Fiskamarknaðinum við árslok

Fiskivinna

John Nielsen er 40 ára gamal og útbúgvin fiskivinnufrøðingur úr Noregi.
Áðrenn hann tók við starvinum sum stjóri í Fiskamarknaði Føroya fyri átta árum síðan, var hann innkeypsleiðari á Føroya Fiskavirking við sæti í Saltangará, Tórshavn og á Toftum.
Hetta starv hevði hann í stívliga tvey ár.
John arbeiddi eisini út við 5 ár í Føroya Banka, har hann sat á vinnulívsdeild bankans.

Gevst við árslok

Eftir 1. januar 2005 verður John Nielsen ikki longur stjóri á Fiskamarknaði Føroya.
Fyri stívliga fjúrtan døgum síðan segði hann seg úr hesum starvi. Hann hevur tríggjar mánaðar uppsagnartíð, og tað merkir, at hann verður leysur av Fiskamarknaði Føroya við árslok.
John sigur, at uppsøgnin sum so einki samband hevur við ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á Fiskamarknaði Føroya at gera.
- Eg havi verið í hesum starvi nú í átta ár, og hetta hevur verið ein áhugaverd og spennandi tíð. Hinvegin skerst ikki burtur, at óvissan um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar seinastu tíðina hevur verið strævin. Men vit hava havt gott og ógvuliga dugnaligt fólk, sigur hann.

Fyrimunir og vansar

John ásannar, at ætlaðu broytingarnar, sum hava verið uppá tal nú í eina tíð, líkasum hava sett alt í eina ávísa tómgongd.
- Eg vil siga, at óvissan í ein ávísan mun hevur gingið útyvir trivnaðin á arbeiðsplássinum. Tá ið bygnaðarbroytingar eru uppá tal, veit eingin, hvat spyrst burtur úr, og tí kann tað tykjast, sum alt hongur í leysum lofti. Tú fært ikki sett tær nøkur framtíðarmál, tí tú veit ikki, um tú verður ein partur av virkseminum, tá ið broytingarnar eru framdar.
Spurdur, hvat hann heldur um tær broytingar, sum vóru
ætlaðar, men sum nú fyribils eru lagdar á hillina, tí Ráfiskaseljarafelagið hevur tikið seg aftur, sigur hann:
- Jú, eg dugi at síggja ávísar fyrimunir við eini nýggjari uppboðssølu, men eg dugi eisini at síggja nakrar vansar, sigur John.

FMF heldur fram

Stjórin væntar, at virksemið hjá Fiskamarknaði Føroya fer at halda fram óbroytt, nú alt bendir á, at Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið ikki eru samd um ætlanina longur.
- Vit mugu bara ásanna, at avgerðin á eykaaðalfundi um at deila Fiskamarknaðin Føroya sundur í ein landingarpart og ein sølupart, er tikin á skeivum grundarlagi.
John vísir á, at ætlanin var, at Fiskamarknaður Føroya skuldi eiga ein helming av nýggju uppboðssøluni og ráfiskakeyparar og ráfiskaseljarar hin helmingin.
- Men hetta verður nú fyrilbils av ongum, og tí vænti eg, at virksemið heldur fram sum higartil, sigur stjórin sum er rættiliga sannførdur um, at hann gevst á Fiskamarknaði Føroya við árslok.