Í morgun komu tíðindin út frá Norðoya Sparikassa, at Eyðfinn Reyðberg er farin frá sum stjóri í Norðoya Sparikassa. Varamaður hansara, Marner Mortensen hevur fyribils tikið yvir um stjóri.
Tað hevur verið torført í dag at finna orsøkina til, at Eyðfinn Reyðberg hevur sagt seg úr starvi.
Hann er ikki biðin um at fara frá, og hann nevndi onga orsøk í uppsøgnini, sigur John P. Danielsen, nevndarformaður.
Hann vil annars ikki gera fleiri viðmerkingar til sjálvt málið.
Tað skerst ikki burtur, at tað hevur gingið minni væl hjá sparikassanum tvey tey seinastu árini, og í fjør var hallið fyri skatt 36,2 mió. krónur og eftir skatt 38 mió. krónur.
- Tað er nevndin sjálvandi ikki nøgd við, men sparikassin er framvegis væl fyri. Solvensurin er væl oman fyri tað kravda, og likviditeturin tað tvífalda av tí kravda, sigur John P. Danielsen.
Seinastu tvey árini hevur Norðoya Sparikassi niðurskrivað umleið 90 mió. krónur upp á skuldarar og skeivar íløgur.
Eyðfinn Reyðberg hevur verið stjóri í Norðoya Sparikassa í 10 ár.









