Stjóri og leiðari staðfestir

Stýrið í SEV staðfesti fríggjadagin setanina av fyribils leiðara og raktrarleiðara í SEV. Ongin stýrislimur mælti ímóti, sigur Kim Durhuus

SEV-ósemja

  
SEV stýrið hevur nú endaliga staðfest, at John P. Danielsen skal vera fyribils stjóri í SEV og at Jón Nielsen skal vera fyribils rakstrarleiðari.
Tað gjørdi SEV stýrið á fundi fríggjamorgunin.
Nýggjur stjóri er settur í SEV fyribils eftir at meirilutin í stýrinum bað Klæmint Weihe, stjóra fara til hús, samstundis sum hann fekk ætlanarskriv um at verða sagdur úr starvi.
Men stýrið skuldi endaliga góðkenna fyribilsstarvssetanirnar og tað gjørdi stýrið fríggjadagin.
Herfyri gjørdi meirilutin í stýrinum av at Leivur Hansen skuldi fara frá  sum stýrisformaður og ístaðin varð Kim Durhuus valdur til stýrisformann.
Og tað var Kom Durhuus, sum sat við borðendan á fundinum fríggjadagin.
Hann sigur, at stýrisfundurin í dag var rættiliga friðarligur.
- Tað gekk fínt, sigur hann.
Spurdur um stýrið varð samt um at góðkenna starvssetanirnar, svarar hann soleiðis:
- Tað var so ongin, ið atkvøddi ímóti.
Annars metir Leivur Hansen seg enn at vera stýrisformann. Hann hevur kært avgerðina um at koyra hann frá fyri umboðsnevndini og fyrrrenn hon hevur talað, kann stýrið ikki umskipast, sigur hann.