Stjóratjørn sum altjóða grøn bygd

Bill Clinton og Hans Blix staðfestu tað í Norðurlandahúsinum í gjár. Heimsins toppleiðarar staðfestu tað í New York í farnu viku: Størsta hóttanin hjá heiminum í dag er globala upphitingin og størsta felags uppgávan er at minka um útlátið av CO2, við at nýta minni og reinari orku. Heimsins leiðarar taka loksins umhvørvisspurningin í ramasta álvara. Ein høvuðsboðskapur hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum er: Vit kunnu øll gera nakað!

Hóast USA við Bush ikki ganga á odda, so eru fleiri amerikanskir statir sjálvbodnir farnir at seta tiltøk í verk at minka um útlátini. Og vit eiga at nýta teir fyrimunir, vit sum eitt lítið land hava, at leggja okkara orkunýtslu um. Hetta fyri at gera okkara til at bøta um støðuna, og eisini fyri at kunna branda Føroyar sum eitt umhvørvisvinarligt og orkumedvitað land.

Tað skulu vit gera, við at seta umhvørvis- og orkuverkætlanir í gongd, ið eru so gjøgnumførdar og forvitnisligar, at tær vekja ans úti í heimi. Vit hava longu eina vetni-vindorku-verkætlan í Nólsoy, har endamálið er, at allur orkutørvurin í Nólsoy skal stava frá varandi orkukeldum. Tað er ein góð byrjan, sum fer at verða fyrimynd fyri onnur oyggjasamfeløg. Men okkum tørvar eina verkætlan, sum kann nýtast sum modell fyri aðrar byggiætlanir í stórbýum kring heimin. Og her er Stjóratjørn ein upplagdur møguleiki.

Stjóratjørn er hin størsta byggiætlanin her heima nakrantíð. Sæð við altjóða brillum, er tað tó ikki áhugavert í sjálvum sær. Men, verður verkætlanin víðkað við einari orkuvinaligari dimensjón, so fer Stjóratjørn uttan iva at vekja ans hjá byggifyritøkum og politikarum í nógvum londum.

Stóratjørn kann sammetast við at byggja eina bygd í einum býi, og ímyndi tykkum bygdina sum eina kenda “grøn-orku-bygd”. Ein bygd, har 1000 fólk búgva, og har handilsdepil, frítíðar- og ítróttarhallir, skrivstovubygningar og hotell alt er rikið við so lítlari og so reinari orku, sum til ber.

Í samstarvi millum almennar myndugleikar og íleggjarar, kann Stjóratjørn gerast eitt altjóða trekkplástur, samstundis sum vit, sum land, taka nøkur risa fet. Ikki einans við at gera Føroyar til eitt land við rein-orku-image, men eisini til eitt munandi bíligari land at reka, og í framtíðini eitt land, sum í lítlan mun er heft av innfluttari orku.

Tað er bert ein spurningur um tíð, fyrr enn vit av kostnaðarávum verða noydd at leggja okkara orkunýtslu um í stórum stíli. Um ikki hóttanirnar av vakstarhúsárinunum gera tað, so verður tað okurs oljuprísir, sum noyða okkum at hugsa orkusparing og endurnýtslu av orku í nógv, nógv størri mun enn í dag.

Bill Clinton var bergtikin av flagtekjum á føroyskum húsum. Eisini flagtekjur minka orkunýtsluna og bøta um CO2 dálkingina. Eitt brand, vit als ikki sjálvi hava hugsað um. Fleiri flagtekjur og ein nýbygdan býling, ið einans verður rikin við reinari orku, fer at gera føroyska høvuðsstaðin víðagitnan, við øllum teimum fyrimunum, tað førir við sær.

Hetta skal tí vera ein áheitan á teir pengatungu íleggjarar, ið sótu á fremstu røð og lurtaðu eftir Clinton í Norðurlandahúsinum. Ella við orðunum hjá Arnold Schwartznegger í New York í farnu viku: Action! Action! Action!