Stjórasetanir og avmarkingar í almennum innliti

Tá P. M. Dam gjørdist løgmaður í 1959 – eftir átta ára stjórnarskeið við sambandi, fólkaflokki og sjálvstýrisfl. – fekk hann ikki fyrireikað mál í friði, tí áðurnevnda samgonga hevði fylt kontórini við sínum politisku samsintu, sum so kundu leka politiskar ætlanir út í ótíð - serliga til fólkafl. - ið soleiðis ótarnaður fekk høvi til at loypa splid í dansin, áðrenn málini vóru liðug viðgjørd innanhýsis og klár til at leggja fram.

Hesar søguligu royndirnar eiga øll at hava fyri eyga, nú stjórasetanar í landsstýrinum eru á skránni. Tey best kvalifiseraðu eiga sessirnar. Verða onnur atlit tikin, eigur tað at fáa álvarsamar avleiðingar fyri tey, ið ábyrgdina hava.

Annars skal viðmerkjast, at tær - i fjølmiðlunum nevndu ætlaðu innlitsavmarkingar í landsumsitingini - eiga at vera steðgaðir í stundini.