Sjónvarpsmyndirnar úr New Orleans fingu nógvar amerikanarar at taka synd í teimum landsmonnunum, sum mistu hús og arbeiði, tá ódnin Katrina herjaði Meksikanska Flógvan tíðliga í heyst. Tey máttu fáa hjálp, og amerikonsku hjálparfelagsskapirnir savnaðu so nógvan pening sum næstan ongantíð fyrr.
Men nú vísir tað seg, at minni enn so allir pengarnir komu teimum neyðstøddu til góðar. Tvørturímóti hava myndugleikarnir avdúkað umfatandi svik við einum parti av neyðhjálpini, og higartil eru næstan 50 fólk skuldsett í málinum. 17 teirra arbeiddu hjá amerikanska Reyða Krossi, og tey skulu hava lagt fleiri hundraðtúsund dollarar inn undir seg, skrivar Washington Post. Stanley A. Boone, vararíkisákæri, sigur við blaðið, at tað er lítið at ivvast í, at uppaftur fleiri verða skuldsett seinni.
Meiri enn ein millión fólk noyddust at flýggja frá húsi og heimi undan Katrinu, og tey vórðu flutt til at kalla hvønn krók av USA. Fleiri teirra fingu einki við sær, hvørki samleikaprógv, pengar ella klæðir. Í slíkum førum er tað vanligt, at Reyði Krossur hevur samband við tey neyðstøddu fyri at kanna, hvørjum tey hava tørv á.
Fullu fyri freistingini
Men í hesum førinum var talan um so nógv fólk, at tað lat seg ikki gera, og tí gjørdi leiðslan í amerikanska Reyða Krossi av at víkja frá teirri vanligu mannagongdini. Fólk skuldu bara upplýsa, hvussu stórt húskið var, og so fingu tey pengar eftir tí. Men trýstið vísti seg at vera so stórt, at starvsfólkini megnaðu ikki at halda eyga við øllum. Tað gjørdi, at summi royndu at útvega sær pengar, sum tey ikki høvdu rætt til, samstundis sum tað vísti seg, at ein partur av starvsfólkunum hjá Reyða Krossi fullu fyri freistingini og stungu pengar í egnan lumma.
Myndugleikarnir varnaðust svikið, tí tað kom fram, at rættiliga nógv fólk í býnum Bakersfield høvdu fingið pengar frá Reyða Krossi, sjálvt um bara nøkur fá av teimum neyðstøddu vóru flutt hagar. Í einum føri hevði ein kvinna verið í einum banka eftir neyðhjálp, men eitt av starvsfólkunum í bankanum kendi hana aftur og visti, at hon var ikki ein av teimum neyðstøddu.
Leiðslan í amerikanska Reyða Krossi sigur við Washington Post, at tey hava lært nógv av tí, sum er hent, og at tey longu eru farin undir at broyta mannagongdirnar. Annars hevur Reyði Krossur latið einar átta milliardir krónur til teirra, som vórðu rakt av Katrinu. Men ein partur fór sltso skeivan veg.










