Stjólu fýra tons av gulli

Í Zimbabwe leitar løgreglan eftir nøkrum vápnaðum monnum, sum sambært teimum almennu fjølmiðlunum hava stolið fýra tons av gulli úr einum námi, sum er 140 kilometrar í útsynning úr høvuðsstaðnum Harare.

Løgreglan veit ikki, hvussu nógvir tjóvarnir vóru, og enn er eingin tikin.

Myndugleikarnir siga við blaðið The Herald, at tjóvarnir bukaðu námsarbeiðsmenninar av og fóru síðani avstað við gullinum. Sambært blaðnum vóru tjóvarnir vápnaðir við knívum, jarnstongum og øðrum.