Stjól tasku og slapp til rýmingar

Løgreglan kannar í løtuni ein tilburð um stuldur í náttarlívinum

Nógv fólk vóru í býnum í gjárkvøldið, nú tað stundar til ólavsøku og veðrið var upp á tað besta. Og hóast ólavsøkan sostatt kann sigast at byrja tíðliga hjá fleiri, so spældi alt væl av, verður upplýst av løgreglustøðini.

- Samanumtikið hevur talan verið um eina friðarliga nátt. Um hetta verður lagið á ólavsøku, so stendur væl til, sigur vakthavandi hjá løgregluni.

Ein tilburður um stuldur er tó skrásettur. Hann hendi um trý tíðina í nátt, tá ein maður stjól taskuna hjá einari kvinnu í miðbýnum í havn.

- Tað eydnaðist honum í fyrsta skifti at stjala taskuna og sleppa til rýmingar, men løgreglan ger í løtuni kanningar av málinum, sigur vakthavandi.

Vakthavandi upplýsir, at slíkur stuldur ikki er gerandiskostur í Føroyum, men er slíkt, ið føroyingar mest bara kenna frá øðrum londum.