Viðkomandi hevði keypt og goldið fyri onkra vøru í handlinum, men hevði samstundis tikið onkra aðra vøru í eina tasku ella onkran lumma, uttan at goldið fyri tað.
Handilsfólkini varnaðust hetta og settu seg í sambandi við løgregluna.
Løgreglan fekk fatur á persónin. Viðkomandi, sum er yvir 18 ár, er skuldsettur og hevur eisini játtað seg sekan.
Um vøran, ið tann skuldsetti hevur stolið, ikki er í sama standi, sum hon var áðrenn, má viðkomandi rinda kostnaðin. Viðkomandi kann eisini rokna við at fáa bót. Júst, hvussu stór bótin er, er ikki greitt, men hon verður tengd at vavinum á tí stolna, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.